Veruligt gagn av vitlíki
Hvar og hvussu vitlíki broytir arbeiðslag og skapar virði í rakstri
Vitlíki er allastaðni, men gagn er ójavnt býtt
Vitlíki er í dag atkomuligt fyri nærum allar fyritøkur og stovnar. Flestu starvsfólk hava roynt
eina ella fleiri skipanir, og nógv hava fingið eina fatan av, hvat tað kann gera.
Kortini er munurin stórur.
Summi brúka vitlíki av og á, uttan at síggja stórvegis broyting í arbeiðinum. Onnur hava
integrerað tað í dagligar arbeiðsgongdir og uppliva ein greiðan framburð í arbeiðinum.
Tøknin er tann sama. Atgongdin er tann sama. Úrslitini eru tó sera ymisk.
Tí er tað viðkomandi at hyggja at, hvar vitlíki gevur veruligt gagn í rakstri, og hví úrslitini
eru so ymisk millum fyritøkur og starvsfólk.
Hendan greinin lýsir hesi mynstur. Ikki við einstøkum dømum, men við at hyggja at
arbeiðslogikki: hvørji arbeiðssløg broytast mest, hví tey broytast, og hvat hetta merkir fyri
skipan og ábyrgd í rakstri.
Vit hyggja fyrst at, hvussu kjattbottar verða brúktir uppá nógvar ymiskar mátar at hjálpa við
arbeiðinum.
Síðani lýsa vit tað, sum verður nevnt agentiskt vitlíki, sum eru skipanir, ið kunnu
arbeiða sjálvstøðugt innan givnar karmar. Hendan menning hevur longu broytt arbeiðslagið innan
forritan so munandi, at nógvir arbeiðshættir, sum vóru vanligir fyri fáum árum síðani, nú verða
brúktir nógv minni enn áður.
At enda verða hesi mynstur sett í samanhang við onnur arbeiðsumráðir, har líknandi broytingar
eru farnar at síggjast.
Kjattbottar sum hjálpari og starvsfelagi
Kjattbottar eru í dag tann mest útbreiddi og atkomiligi mátin at taka vitlíki í nýtslu í
rakstrinum. Teir krevja onga serliga uppseting og kunnu takast í nýtslu beinanvegin.
Dømi um nógv brúktar kjattbottar eru:
- ChatGPT frá OpenAI
- Gemini frá Google
- Claude frá Anthropic
- Copilot frá Microsoft
Teir verða brúktir til eitt breitt úrval av uppgávum: at skriva, rætta og umseta tekst,
gera samandráttir, fyrireika fundir, greina upplýsingar og virka sum faklig sparring.
Gagnið liggur ikki bert í einstøkum svarum, men í at arbeiðsgongdir styttast og fleiri
endurtøkur kunnu gerast innan somu tíð.
Góð nýtsla krevur tó altíð, at innihald verður eftirmett og sett í rættan samanhang.
Tey flestu, sum taka kjattbottar í nýtslu, merkja ein beinleiðis lætta í arbeiðinum. Tá brúkið
verður meiri tilvitað og skipað, fæst enn meiri gagn burturúr. Niðanfyri eru nøkur øki, har
hendan ávirkanin longu er týðilig.
Framleiðsla og endurskoðan av tekst tilfari
Stórur partur av nútímans rakstri er tekstbaseraður: teldupostar, frágreiðingar, innanhýsis rit,
lýsingar, umsóknir og samandráttir. Kjattbottar kunnu framleiða fyrstu útgávur, seta struktur
og gera uppskot, sum síðani verða tillagað og eftirmett.
Frá hinum endanum kunnu teir eisini lesa kladdur og lidnar tekstir og fyrisláa betringar,
rættingar og fínpussing.
Gagnið liggur ikki í at sleppa heilt undan arbeiði, men í at stytta arbeiðið, fáa skjótari
afturmelding og staðfesta góðsku.
Greining og samandráttir
Nógv arbeiði snýr seg um at lesa, samanbera og draga niðurstøður úr stórum nøgdum av tekst
tilfari. Kjattbottar kunnu hjálpa við at gera samandráttir, eyðmerkja mynstur og svara
spurningum við støði í innihaldinum.
Innan øki sum lógarverk, handbøkur og innanhýsis reglur kunnu tey finna fram til viðkomandi
partar og gera skjót yvirlit yvir innihaldið. Hetta minkar tíðina, sum fer við at leita og lesa,
og lættir um greiningina.
Ábyrgdin fyri tulking og endaligum niðurstøðum liggur framvegis hjá menniskjanum, men sjálvt
fyrireikandi arbeiðið kann styttast munandi.
Fyrireiking og sparring
Kjattbottar verða í vaksandi mun brúktir sum arbeiðssparring; til fundarfyrireiking,
strategiskar samrøður og at kanna ymisk sjónarhorn á eitt mál. Hetta gevur skjóta atgongd til
alternativar formuleringar og mótargument.
Í slíkum førum virkar vitlíki sum ein arbeiðsfelagi, ið kann økja um dygdina á endaliga
arbeiðinum.
Læring og faklig dagføring
Starvsfólk brúka eisini kjattbottar til at skilja nýggj hugtøk, fáa einfaldar frágreiðingar og
arbeiða seg inn í nýggj fakøki. Hetta ger læring meira beinleiðis og minkar um tørvin á at
leita gjøgnum óskipað tilfar.
Tað styttir um tíðina, sum fer til at byggja nýggjar arbeiðsførleikar, og víðkar um tær
uppgávur, ein og sami persónur kann loysa.
Samlaða ávirkanin
Samlaða ávirkanin kann vera munandi, tá kjattbottar verða brúktir dagliga. Arbeiðsgongdir
styttast, fleiri endurtøkur kunnu gerast innan somu tíð, og eitt einstakt starvsfólk kann loysa
fleiri og meiri samansettar uppgávur enn áður.
Yvir tíð broytir hetta førleikastøðið hjá tí einstaka og flytur markið fyri, hvat ein persónur
kann framleiða sjálvstøðugt. Tá nógv starvsfólk arbeiða á henda hátt, sæst ávirkanin eisini á
skipanarstigi: arbeiðsbýti, ferð og kapasitetur broyta seg.
Frá hjálpara til sjálvstøðuga arbeiðsgongd
Meðan kjattbottar fyrst og fremst virka sum samrøðupartnarar og arbeiðssparring, er næsta
stigið í menningini skipanir, ið kunnu arbeiða meira sjálvstøðugt innan givnar karmar. Hetta
verður ofta nevnt agentiskt vitlíki. Á enskum: Agentic AI.
Agentiskar skipanir kunnu verða settar at arbeiða móti einum máli, bróta arbeiðið niður í stig,
taka støðu á leiðini og tillaga seg eftir úrslitum. Tær arbeiða framvegis innan mark og undir
eftirliti, men tær krevja ikki samanhangandi stýring fyri hvørt einstakt stig.
Hvat broytist
Munurin millum ein vanligan kjattbott og eina agentiska skipan liggur í arbeiðsháttinum.
Kjattbotturin svarar uppá ein einstakan fyrispurning. Ein agentisk skipan kann arbeiða víðari í
fleiri stigum, inntil eitt ásett úrslit er rokkið.
Undirliggjandi tøknin er tann sama, men nýtslan er øðrvísi. Í staðin fyri at geva brúkaranum
eitt einstakt svar, verður skipanin sett at loysa eina uppgávu. Hon brýtur arbeiðið niður,
metir um úrslit á leiðini og nýtir tól, so sum forrit og applikatiónir, fyri at røkka málinum.
Tað kann til dømis snúgva seg um at savna upplýsingar úr fleiri keldum, skipa tær, skapa eitt
útgreinað uppskot og síðani gera tillagingar grundaðar á afturmelding ella nýggjar upplýsingar.
Hvar hetta gevur gagn
Agentiskt vitlíki gevur serliga gagn í arbeiði, sum er skipað, reglubundið og byggir á greiðar
karmar. Tað kann vera greining, rapportering, samskifti, fyrisiting ella menning av talgildum
loysnum.
Í slíkum førum flytur arbeiðið seg frá manuellari framleiðslu til stýring, avmarking og
eftirmeting. Menniskjaligi leikluturin hvørvur ikki, men hann broytist frá útinnan til
yvirskipaða ábyrgd.
Eitt skifti í arbeiðsbýti
Tá arbeiðsgongdir kunnu avhendast á henda hátt, broytist arbeiðsbýtið. Tíð, sum áður fór til
framleiðslu, fer nú í at seta karmar, meta um úrslit og taka ábyrgd fyri heildini. Hetta sæst
longu greitt innan ávís fakøki.
Forritan sum dømi um eina grundleggjandi arbeiðsbroyting
Innan forritan sæst broytingin serliga greitt. Hetta er eitt øki, har arbeiðið er skipað,
reglubundið og væl skjalfest, og tí egnað til agentiskt vitlíki. Samstundis hava forritarar
serliga góðar fortreytir at taka tøknina í nýtslu. Tey arbeiða beinleiðis við skipanum, skilja
undirliggjandi logikk og kunnu byggja egin amboð, sum tillaga nýtsluna til egnar tørvir. Tí er
tað nátúrligt, at broytingar síggjast her fyrst.
Fyri fáum árum síðani var menning í høvuðsheitum manuell framleiðsla av kotu. Menningarfólk
skrivaðu, royndu og rættaðu sjálvi á hvørjum stigi av menningini. Í dag verður stórur partur av
hesum arbeiði framleiddur við hjálp frá vitlíki. Í ávísum førum verða heilar skipanir
framleiddar av vitlíki, har leikluturin hjá mennaranum fyrst og fremst er at lýsa krøv, seta
karmar og hava eftirlit við úrslitinum heldur enn at skriva kotuna sjálvi.
Hvat er broytt
Vitlíki verður nú brúkt til at seta upp nýggjar skipanir, framleiða kotu, byggja testir, finna
feilir og gera tillagingar. Tað kann arbeiða iterativt: royna eina loysn, meta um úrslitið og
sjálvt gera neyðugar broytingar.
Fyri nógv menningarfólk merkir hetta, at arbeiðslagið er flutt. Tíðin fer í vaksandi mun
til at lýsa uppgávur, seta greiðar karmar og meta um úrslit, heldur enn at skriva hvørt
einstakt brot av kotu sjálvi.
Arbeiðslagið er flutt
Hetta merkir ikki, at menningarfólk eru vorðin óneyðug. Men arbeiðslagið er flutt frá
framleiðslu til stýring og arkitektur. Tíðin fer í at taka støðu, velja loysnir og tryggja
dygd heldur enn at framleiða frá grundini.
Arbeiðshættir, sum vóru vanligir fyri stuttum, verða nú brúktir í nógv minni mun. Í tí
týdningi er arbeiðið broytt á einum grundleggjandi støði.
Tó skal viðmerkjast, at vitlíki krevur meiri fakligt skil, ikki minni. Kotuskriving er sjáldan
kjarnuførleikin hjá einum forritara; tað er arkitektur, skil og evnið at taka røttu
avgerðirnar. Við at flyta framleiðslupartin til vitlíki, styttist tíðin millum hugskot og
loysn, men krøvini til fakligt yvirlit vaksa.
Meiri kann gerast
Tíðin, tað tekur at byggja nýggjar funkur, broyta og betra verandi skipanir, er minkað munandi.
Tað er vorðið munandi lættari og bíligari at gera royndarskipanir og kanna hugskot í verki.
Kostnaðurin er lækkaður, samstundis sum ferðin er økt.
Samstundis er atgongdin broytt. Fólk uttan tøkniliga bakgrund kunnu í dag luttaka í menning við
at lýsa tørvin í vanligum máli, heldur enn at fara gjøgnum fleiri millumløg av samskifti. Hetta
víðkar um, hvør kann seta í gongd talgildar loysnir.
Gjørt tilvitað og undir greiðari stýring kann hetta streymlinja tøknina í einum virki munandi.
Uttan greiðar karmar kann óstýrd nýtsla tó hava álvarsligar fylgjur: trygdarváðar, ótrygga
handfaring av dátum, óskjalfestar loysnir og skipanir, sum eingin hevur fulla ábyrgd yvir. Tá
talgild menning flytur seg út um vanliga skipan og eftirlit, kann tað skapa veikleikar, sum
seinni gerast kostnaðarmiklir at rætta.
Forritan er ikki einsamalt um hesa broyting. Tað er tað økið, har mynstrið sæst fyrst og
greiðast. Sama slag av arbeiðslogikki finst á mongum øðrum fakumráðum.
Arbeiði, sum er grundað á tekst, reglubundið, bygt á kend mynstur og krevur greining ella
struktur, líkist í ávísan mun forritan. Tað kann vera innan lógararbeiði, ráðgeving,
fyrisiting, samskifti, fíggjarviðgerð og nógv annað.
Endurtakandi mynstur
Tá uppgávur kunnu brótast niður í stig, hava greiðar reglur og kunnu eftirmetast eftir ásettum
krøvum, hava tær líknandi fortreytir sum forritan fyri at verða ávirkaðar av vitlíki.
Í slíkum arbeiði kann framleiðslan í vaksandi mun flytast frá manuellari útinnan til stýring,
eftirlit og tulking. Hetta merkir ikki, at fakligur kunnleiki verður minni týdningarmikil.
Tvørturímóti økir tað krøvini til skil og ábyrgd.
Hjá nógvum starvsfólkum er ein stórur partur av arbeiðstíðini bundin at uppgávum, sum liggja
uttan fyri kjarnuførleikarnar: at skriva frágreiðingar, fylla út frymlar, laga
skjalaførðslu og tryggja, at formlig krøv verða hildin. Tað eru ofta hesar uppgávur, sum
vitlíki loysir sera væl. Í praksis merkir tað, at meira tíð kann flytast til kjarnuvirksemið og
tað virði, sum fakligur førleiki veruliga skal skapa.
Ein broyting í arbeiðsbýti
Tá vitlíki verður integrerað í arbeiðsgongdir, broytist arbeiðsbýtið. Einstakar uppgávur minka
í umfangi, meðan krøvini til heildarsmynd, meting og ábyrgd vaksa.
Fyri nógv kann henda broyting kennast brádlig. Hon eigur tó at verða handfarin stigvíst og
undir greiðari stýring.
Munurin liggur í førleika og skipan
Tað er longu ein greiður munur á teimum, sum brúka vitlíki til einstakar uppgávur, og teimum,
sum hava integrerað tað í arbeiðsgongdir og skipan.
Atgongd til tøkni er ikki longur ein avmarking. Munurin liggur í fatan, førleikum og í, hvussu
arbeiðið verður skipað rundanum vitlíki.
Frá roynd til arbeiðslag
Har vitlíki verður brúkt til stakar royndir, er ávirkanin avmarkað. Har tað verður partur av
dagligum arbeiði, broytist ferð, kapasitetur og arbeiðsbýti.
Ábyrgd og dygd
Vaksandi nýtsla setur eisini størri krøv til ábyrgd, trygd og dygdarmeting. Tað er ikki nóg
mikið at framleiða skjótari. Skipanir og arbeiðsgongdir mugu vera greiðar, og ábyrgdin má vera
staðfest.
Í hesum liggur eisini kjarnin í broytingini: Vitlíki er ikki bert eitt amboð, men ein nýggjur
arbeiðsháttur. Tað krevur nýggjar førleikar og eina greiða fatan av, hvat skal avhendast, og
hvat ikki skal.
Hvussu fæst mest gagn burturúr vitlíki
Tey, sum fáa minst burturúr vitlíki eru tey virkir, har signalið frá leiðsluni er veikt. Eitt
vanligt mynstur er, at ávísingar um brúk av vitlíki í virkinum eru ógreiðar, og at nøkur
starvsfólk av eintingum gera brúk av vitlíki í arbeiðinum. Hetta er ikki ein strategiur, sum
førir til gagnnýtslu av vitlíki.
Ein skipað tilgongd er neyðug fyri at fáa fult gagn burturúr vitlíki. Leiðslan má taka støðu,
seta greiðar karmar og gera tað greitt, hvat vitlíki skal brúkast til, og hvat tað ikki skal
brúkast til. Starvsfólk skulu hava førleikar at arbeiða við tøknini og skilja møguleikar og
avmarkingar.
Uttan greiða leiðslu, felags mál og felags arbeiðshátt verður nýtslan spjadd og tilvildarlig.
Munurin í gagnnýtslu, sum vit nevndu í byrjanini, verður tá verandi, og kann vaksa.
Greinin er skrivað av Pætur Mortensen, stjóra í Innlita