Tænastur

Innlita bjóðar tænastur, ið fevna um alt frá fyrstu fatan av vitlíki til menning og implementering av veruligum loysnum.

Vitlíki skeið

Vit bjóða skipað skeið, ið geva starvsfólki eina greiða og praktiska fatan av vitlíki. Skeiðini lyfta støðið í øllum virkinum og gera starvsfólk betur før fyri at taka vitlíki í nýtslu í sínum dagliga arbeiði.

Vitlíki ráðgeving

Greið og realistisk ráðgeving um, hvussu vitlíki kann skapa virði, hvar tað hóskar seg, og hvat krevst fyri at taka næsta stigið á ein tryggan hátt.

Menning av vitlíki skipanum

Vit byggja og seta í verk vitlíki-loysnir, ið stuðla veruligum arbeiðsgongdum og kunnu takast í nýtslu í dagligum rakstri.

Vitlíki fyrilestrar

Greiðir og fakligir fyrilestrar, ið seta vitlíki í samanhang og geva eina felags fatan av, hvat tøknin kann — og ikki kann.

Hvussu vit arbeiða

Vit arbeiða skipað og stigvíst, við denti á fatan, realistiskar avgerðir og varandi loysnir.

1. Skapa fatan

Greiða mynd av, hvat vitlíki kann og ikki kann, og hvat hetta merkir í tykkara samanhangi.

Vit leggja dent á at skilja grundleggjandi hugtøk, møguleikar og avmarkingar. Hetta er ein fortreyt fyri bæði góðar avgerðir og haldgóða nýtslu av vitlíki.

2. Finna rætta brúkið

Greina tørvir, møguleikar, avmarkingar og váðar. Eyðmerkja og raðfesta tey umráðir, har vitlíki kann skapa veruligt virði og hvar tað ikki er rætta loysnin.

Dentur verður lagdur á málbar úrslit, so sum sparing í tíð og peningi, betran av góðsku og tænastu, ella nýggjar møguleikar.

3. Byggja og seta í verk

Menna loysnir, integrera tær í arbeiðsgongdir og tryggja, at tær verða brúktar í praksis.

Arbeiðið verður gjørt við denti á haldføri, trygd og løttum viðlíkahaldi, so loysnirnar kunnu eigast, skiljast og brúkast yvir tíð.

Fyrsta stigið við vitlíki

Flestu virkir og stovnar byrja við skeiðum. Tað gevur starvsfólki eina felags fatan av vitlíki og ger tað lættari at taka upplýstar avgerðir um víðari arbeiði við hesum.

Vitlíki skeið eru tí ofta ein trygg og skilagóð byrjan.

Um Innlita

Hvat er okkara endamál?

Innlita er stovnað fyri at hjálpa føroyskum virkjum og stovnum at skilja og taka vitlíki í nýtslu á ein tryggan og skilagóðan hátt.

Endamálið er at flyta vitlíki úr hugskotum og orðaskifti yvir í veruligan rakstur.

Hvussu hugsa vit?

Vit taka altíð støði í virkseminum, arbeiðsgongdum og málunum hjá kundanum, áðrenn vit meta um vitlíki er viðkomandi.

Tøknin verður bara brúkt, har hon stuðlar veruligum tørvi og kann nýtast í praksis.

Hví arbeiða vit soleiðis?

Tí vitlíki hevur veruligar avleiðingar fyri arbeiðshættir, ábyrgd og trygd.

Við at arbeiða skipað og stigvíst minka vit um váðar og økja um møguleikan fyri varandi loysnum.

Set teg í samband við okkum

Vestara Bryggja 15, 100 Tórshavn

Ella send okkum eini boð:

Privatlívspolitikkur - Innlita Sp/f

1. Inngangur og gildisøki

Hesin privatlívspolitikkur lýsir hvussu Innlita viðger persónupplýsingar í sambandi við:

  • Nýtslu av heimasíðuni
  • Skeið og frálærutilboð
  • Samskifti við kundar og viðskiftapartar
  • Ráðgeving og menning av vitlíki- og tøkniskipanum

Privatlívspolitikkurin er galdandi fyri allar persónupplýsingar, ið Innlita viðger, uttan so at annað er ásett í serligari avtalu.

2. Dátuábyrgdari

Innlita Sp/f
V-tal: 680982
Ingibjargargøta 4c
188 Hoyvík
Føroyar

Teldupostur: patur@innlita.fo

Innlita er dátuábyrgdari fyri persónupplýsingar, ið verða savnaðar og viðgjørdar í sambandi við heimasíðuna, skeið, samskifti og sølu av tænastum, tá Innlita sjálvt avger endamál og háttalag við viðgerðini.

3. Leiklutir: dátuábyrgdari og dátuviðgeri

3.1 Innlita sum dátuábyrgdari

Innlita virkar sum dátuábyrgdari, tá felagið viðger persónupplýsingar í sambandi við:

  • Heimasíðunýtslu
  • Skeiðsinnskriving og skeiðsluttøku
  • Gjald og fakturering
  • Beinleiðis samskifti við kundar og viðskiftapartar
  • Marknaðarsamskifti, so sum tíðindabrøv (um viðkomandi)
  • Aðra viðgerð, sum er nátúrligur partur av virksemi hjá Innlita og lýst í hesum privatlívspolitikki.

3.2 Innlita sum dátuviðgeri

Í sambandi við ráðgeving, tøkniliga menning og vitlíki-skipanir, har Innlita viðger persónupplýsingar vegna ein kunda, virkar Innlita sum dátuviðgeri.

Í hesum førum:

  • Er kundin dátuábyrgdari
  • Fer viðgerð einans fram eftir skjalfestum boðum frá kundanum
  • Fer viðgerð altíð fram sambært eini dátuviðgerðaravtalu (DPA), uttan í heilt serligum førum, har eingir ella nærum eingir persónupplýsingar verða viðgjørdir

Kundin hevur ábyrgd av at upplýsa síni skrásettu um slíka viðgerð.

4. Slag av persónupplýsingum

Innlita kann viðgera fylgjandi bólkar av persónupplýsingum, alt eftir viðkomandi samanhangi:

  • Samleika- og kontaktupplýsingar (navn, teldupostur, telefonnummar)
  • Arbeiðs- og felagskapsupplýsingar (fyritøka, starv)
  • Skeiðs- og frálærudátur (luttøka, skráseting, prógv)
  • Gjalds- og faktureringardátur
  • Samskiftisupplýsingar (teldupostar, fyrispurningar)
  • Tøkniligar upplýsingar (IP-adressur, loggar)
  • Persónupplýsingar, ið kundin letur Innlita í sambandi við ráðgeving og menning

Viðkvæmar persónupplýsingar verða einans viðgjørdar eftir serligari avtalu og sambært galdandi lóg.

5. Endamál við viðgerð

Persónupplýsingar verða viðgjørdar fyri at:

  • Svara fyrispurningum
  • Umsita skeið og frálærutilboð
  • Avgreiða gjald og avtalur
  • Veita ráðgeving og tøkniligar tænastur
  • Tryggja rakstur, trygd og haldføri av skipanum
  • Lúka lógarásett krøv

6. Rættarligt grundarlag

Viðgerð av persónupplýsingum fer fram í samsvari við Dátuverndarlógina (Løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum), ið hevur til endamáls at tryggja persónvernd og frían flutning av persónupplýsingum. Lógin byggir á GDPR, og reglur og praksis eftir GDPR verða nýttar sum vegleiðing, har tað er viðkomandi.

Viðgerð av persónupplýsingum hjá Innlita byggir á eitt ella fleiri av hesum rættarligu grundarløgum, sum eru ásett í Dátuverndarlógini:

  • Samtykki frá skrásettum, tá tað er neyðugt at fáa eitt greitt endaligt samtykki til ávísar viðgerðir.
  • Neyðugt fyri at røkja eina avtalu, sum Innlita hevur við skrásettan, ella fyri at gera tiltøk eftir áheitan frá skrásetta, áðrenn avtala kann gerast.
  • Neyðugt fyri at lúka eina rættarliga skyldu, sum Innlita hevur sambært lóg.
  • Viðgerð, sum er neyðug fyri rakstur hjá Innlita, so leingi hon ikki hevur neiligar avleiðingar fyri grundleggjandi rættindi og frælsi hjá skrásettum.

Tá viðgerð byggir á samtykki, hevur skrásetti altíð rætt til at taka samtykki aftur við ávirkan á framtíðarviðgerð, uttan at hetta ávirkar viðgerð, sum longu er framd á grundarlagi av samtykkinum.

Tá ásetingar í Dátuverndarlógini samsvara við reglur í GDPR, verða hesar reglur nýttar sum tulkingargrundarlag og vegleiðing, har tað er viðkomandi.

7. Skeið og frálæra

Í sambandi við skeið kann Innlita savna og viðgera upplýsingar um:

  • Innskriving
  • Luttøku
  • Prógv, váttanir og samskifti
  • Frágreiðingar og eftirmetingar

Upplýsingar verða einans nýttar í sambandi við skeiðsvirksemið og varðveittar sambært galdandi reglum.

8. Gjald

Gjald fer fram um tryggan, góðkendan gjaldsveitara. Innlita goymir ikki kortupplýsingar, men fær einans tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri bókhald og váttan av gjaldi.

9. Samskifti og kontaktformular

Tá samband verður tikið við Innlita umvegis kontaktformular á heimasíðuni ella við telduposti, verða persónupplýsingar savnaðar og viðgjørdar fyri at kunna svara fyrispurninginum.

Hetta kann fevna um:

  • Navn
  • Telefonnummar
  • Teldupostadressu
  • Innihald í boðum og samskifti
  • Váttan av góðkenning av privatlívspolitikkinum

Upplýsingarnar verða einans nýttar í sambandi við viðkomandi samskifti og verða strikaðar, tá tær ikki longur eru neyðugar.

10. Tíðindabræv

Innlita kann bjóða møguleika at tekna seg til tíðindabræv við kunning um skeið, tænastur og viðkomandi virksemi.

Tíðindabrøv verða einans send teimum, sum hava givið sítt greiða samtykki. Samtykkið kann altíð takast aftur, og hvør sending inniheldur møguleika at melda seg frá.

Persónupplýsingar, ið verða nýttar í hesum sambandi, verða einans brúktar til hetta endamál og verða ikki latnar øðrum.

11. Dátuviðgerar, undirveitarar og hýsing

Persónupplýsingar kunnu verða viðgjørdar av álítandi undirveitarum, ið virka sum dátuviðgerar vegna Innlita.

Dátur verða hýstar á ES/EBS-baseraðum servarum, sum eru ISO 27001-samsvarandi ella hava tilsvarandi trygdarstøði.

12. Goymslutíð

Persónupplýsingar verða goymdar so leingi, sum neyðugt er fyri endamálið, ella so leingi, sum lóg krevur. Dátur verða regluliga endurskoðaðar og strikaðar, tá tær ikki longur eru viðkomandi.

13. Trygd

Innlita setir í verk hóskandi tøknilig og bygnaðarlig trygdartiltøk fyri at verja persónupplýsingar móti óheimilaðari atgongd, missi ella misnýtslu.

13.1 Loggar á ambætarum

Í sambandi við tøkniligan rakstur og trygd verða automatiskir loggar goymdir á ambætarum. Hesir kunnu fevna um IP-adressu, tíðarstempul og tøkniligar upplýsingar um fyrispurningar.

Serverloggar verða nýttir til at tryggja støðugan rakstur, fyribyrgja misnýtslu, greina trygdarhendingar og verja skipanir móti óheimilaðari atgongd.

Loggar verða goymdir í avmarkaða tíð og verða einans atkomiligir fyri viðkomandi starvsfólk við tøkniligari ábyrgd.

14. Rættindi hjá skrásettum

Skrásett hava rætt til:

  • Innlit
  • Rætting
  • Striking
  • Avmarking av viðgerð
  • Dátuflutning
  • Mótmæli
  • At taka samtykki aftur

Umbønir kunnu sendast til: patur@innlita.fo

Kærur kunnu sendast til Dátueftirlitið (www.dat.fo).

15. Cookies

Heimasíðan nýtir bert neyðugar cookies, um annað ikki er upplýst serstakliga. Um greiningarcookies verða tiknar í nýtslu, verður hetta upplýst serliga.

15.1 Dulnevnd teljing av síðuvísingum.

Heimasíðan kann nýta eina einfalda og dulnevnda teljing av síðuvísingum fyri at fáa yvirlit yvir samlaða virksemið á síðuni.

Henda teljing:

  • savnar ikki IP-adressur
  • savnar ikki tíðarstempul, ið kann knýtast at einstøkum brúkara
  • nýtir ikki cookies
  • nýtir ikki sporings- ella greiningaramboð frá triðjaparti

Endamálið er einans at síggja samlað tal av vitjanum á einstøkum síðum. Ongar persónupplýsingar verða savnaðar, og eingin møguleiki er at eyðmerkja ella fylgja einstøkum brúkara.

Henda viðgerð verður mett at vera dulnevnd og fellur tí uttan fyri reglurnar um viðgerð av persónupplýsingum.

16. Broytingar

Hesin privatlívspolitikkur kann verða dagførdur eftir tørvi. Galdandi útgáva er altíð tøk á heimasíðuni.

17. Samskifti

Spurningar um henda privatlívspolitikk kunnu sendast til: patur@innlita.fo

KT-trygd og dátuvernd hjá Sp/f Innlita

Sp/f Innlita arbeiðir skipað og ábyrgdarfult við KT-trygd og vernd av upplýsingum.

Vit hava ein innanhýsis KT-trygdarpolitikk, sum ásetir meginreglur, ábyrgd og mannagongdir fyri vernd av upplýsingum, KT-skipanum og tøkniligum eindum í okkara virksemi.

Politikkurin er grundarlagið undir okkara dagliga arbeiði við trygd og dátuvernd.

Hvat fevnir trygdararbeiðið um?

KT-trygdarpolitikkurin hjá Sp/f Innlita fevnir m.a. um:

  • atgongdsstýring og autentisering
  • verja av persónupplýsingum
  • kryptering og tryggur flutningur av dátum
  • vitlíki menning og nýtslu av testumhvørvum
  • backup og endurseting
  • handfaring av trygdarhendingum
  • upplæring og trúnaðarskyldu

Vit leggja serligan dent á, at viðgerð av persónupplýsingum fer fram í samsvari við galdandi lóggávu, herundir § 46 í Dátuverndarlógini.

Praktisk og realistisk trygd

Okkara trygdartiltøk eru lagað eftir okkara virksemi og arbeiðshátti. Viðkvæmar upplýsingar verða hýstar á tryggum ambætarum hjá álítandi veitarum, meðan lokalar arbeiðseindir verða vardar við hóskandi tøkniligum tiltøkum.

Vit lýsa einans trygdartiltøk, sum vit í verki fylgja.

Innlit

KT-trygdarpolitikkurin kann, eftir umbøn, vísast fram fyri kundar í sambandi við samstarv og dátuverndarmál.

Hendan síðan finst ikki - (404)

Hví sært tú hetta?

Tú hevur møguliga trýst á eina leinkju, sum ikki peikar rætt ella sum peikar til eina síðu, sum ikki finst meiri, ella ein stavivilla er í adressuni, tú hevur tøppað inn

Aftur til Forsíðuna

Um Innlita

Innlita hjálpir føroyskum virkjum og stovnum at skilja og nýta vitlíki.

Hvat er Innlita

Innlita er eitt føroyskt virki, sum arbeiðir við at skapa fatan, stuðla avgerðum og seta vitlíki í verk hjá føroyskum fyritøkum og stovnum.

Hetta fevnir um alt frá skeiðum og ráðgeving til ítøkiliga menning av vitlíki-loysnum.

Hví er Innlita til

Innlita er stovnað fyri at styrkja førleikan hjá føroyskum virkjum og stovnum at skilja og nýta vitlíki á ein tryggan og skilagóðan hátt.

Virksemið er serliga rættað móti føroyskum fyritøkum og almennum stovnum.

Tilgongd til vitlíki

Vitlíki er ikki eitt avmarkað amboð ella eitt einstakt átaksøki, men ein tøknilig broyting, sum ávirkar arbeiðshættir, ábyrgd og avgerðir í virkjum og stovnum.

Rætt nýtt kann vitlíki styrkja góðsku, effektivitet og fakliga arbeiðið. Hinvegin kann tað skapa ótryggleika, skeivar avgerðir og varandi trupulleikar um vit ikki nýta tað rætt.

Tí arbeiðir Innlita við vitlíki út frá eini greiðari og skipaðari tilgongd, har fatan, ábyrgd og varandi nýtsla eru grundarlagið fyri øllum loysnum.

1. Skapa fatan

Skapa eina greiða mynd av, hvat vitlíki kann og ikki kann, og hvat hetta merkir í tykkara samanhangi.

Vit leggja dent á at skilja grundleggjandi hugtøk, møguleikar og avmarkingar. Hetta er ein fortreyt fyri bæði góðar avgerðir og haldgóða nýtslu av vitlíki.

2. Finna rætta brúkið

Greina tørvir, møguleikar, avmarkingar og váðar. Eyðmerkja og raðfesta tey umráðir, har vitlíki kann skapa veruligt virði og hvar tað ikki er rætta loysnin.

Dentur verður lagdur á málbar úrslit, so sum sparing í tíð og peningi, betran av góðsku og tænastu, ella nýggjar møguleikar.

3. Byggja og seta í verk

Menna loysnir, integrera tær í arbeiðsgongdir og tryggja, at tær verða brúktar í praksis.

Arbeiðið verður gjørt við denti á haldføri, trygd og løttum viðlíkahald, so loysnirnar kunnu eigast, skiljast og brúkast yvir tíð.

Hvat ger Innlita

Innlita bjóðar tænastur, ið fevna um alt frá fyrstu fatan av vitlíki til menning og implementering av veruligum loysnum.

Vitlíki skeið

Vit bjóða skipað skeið, ið geva starvsfólki eina greiða og praktiska fatan av vitlíki. Skeiðini skapa eina felags grundfatan í øllum virkinum og gera starvsfólk betur før fyri at taka vitlíki í nýtslu í sínum dagliga arbeiði.

Vitlíki ráðgeving

Greið og realistisk ráðgeving um, hvussu vitlíki kann skapa virði, hvar tað hóskar seg, og hvat krevst fyri at taka næsta stigið á ein tryggan hátt.

Menning av vitlíki skipanum

Vit byggja og seta í verk vitlíki-loysnir, ið stuðla veruligum arbeiðsgongdum og kunnu takast í nýtslu í dagligum rakstri.

Vitlíki fyrilestrar

Greiðir og fakligir fyrilestrar, ið seta vitlíki í samanhang og geva eina felags fatan av, hvat tøknin kann — og ikki kann.

Ábyrgd og álit

Nýtsla av vitlíki ber við sær bæði møguleikar og váðar. Avgerðir, sum verða tiknar í dag, kunnu fáa langtíðaravleiðingar fyri trygd, arbeiðshættir, dátur og álít.

Tí arbeiðir Innlita við greiðari tilvitan um váðar, etikk og ábyrgd. Vit leggja dent á, at dátur verða viðgjørdar á ein tryggan hátt, at loysnir eru skiljandi, og at nýtslan av vitlíki kann haldast og stýrast yvir tíð. Loysnir verða mentar við atliti til rakstrarkostnað og haldføri yvir tíð.

Fyri føroyskar fyritøkur og stovnar er hetta serliga umráðandi. Avmarkaðir førleikar, smáar skipanir og høg krøv til álit gera tað neyðugt at arbeiða skipað og varisliga við vitlíki.

Innlita nýtir eisini vitlíki sum arbeiðsamboð í dagliga arbeiðinum, bæði í greining, skriving og menning. Allar avgerðir, ráð og loysnir eru tó grundaðar á egna fakliga vitan og royndir, og endaliga ábyrgdin liggur altíð hjá okkum sjálvum.

Innihald og loysnir verða mentar við stuðli frá vitlíki, men ongantíð settar í verk uttan kritiska meting, gjøgnumgongd og persónliga ábyrgd.

Hvør stendur aftan fyri Innlita

Pætur Mortensen - innlita vitlíki

Innlita er stovnað og rikið av Pætur Mortensen, sum hevur ábyrgdina av allari ráðgeving, menning og undirvísing hjá felagnum.

Hann hevur meira enn 20 ára royndir við forritan og menning av ymiskum skipanum, og hevur í yvir 15 ár arbeitt við at menna og seta í verk KT-loysnir í føroyskum og evropeiskum virkjum.

Vitlíki hevur verið partur av arbeiðinum síðani 2012, og síðani 2016 hevur hann hildið skeið og fyrilestrar um vitlíki í Føroyum og aðrastaðni í Evropa. Hann hevur harumframt undirvíst í tøkniligum lærugreinum á bachelor-útbúgvingum hjá Middlesex University á Marbella Design Academy.

Innlita er í dag eitt lítið og gjøgnumskygd felag. Alt arbeiði verður gjørt við greiðari ábyrgd, fakligari nágreiniligheit og denti á haldgóðar loysnir.

Samband

Vestara Bryggja 15, 100 Tórshavn

Fyrsta stigið við vitlíki

Fyri flestu virkir og stovnar er fyrsta stigið við vitlíki at skapa eina felags og realistiska fatan av, hvat tøknin kann og ikki kann, og hvussu hon ávirkar arbeiðshættir og ábyrgd.

Tí byrja flestu samstørv við Innlita við vitlíki skeiðum. Skeiðini leggja eitt trygt og skipað grundarlag fyri seinni avgerðum, ráðgeving og møguligari menning av loysnum.

Vitlíki skeið

Skeið og verkstovur til at lyfta førleikan at skilja og brúka vitlíki í øllum virkinum

Vitlíki skeið fyri virkir og stovnar

Skeið, ið lyfta felags førleikan í virkinum at skilja og brúka vitlíki á ein tryggan, ábyrgdarfullan og praktiskan hátt.

Endamálið er at skapa eitt grundarlag fyri betri avgerðum og skilagóðari nýtslu í dagligum arbeiði.

Ein felags og greið fatan av vitlíki hevur beinleiðis ávirkan á raksturin. Hon minkar um skeiva nýtslu, sparir tíð í dagligum uppgávum og ger tað lættari at taka upplýstar avgerðir um, hvar vitlíki skal, og ikki skal, nýtast. Hetta leggur grundarlagið fyri betri arbeiðsgongdum og minni váða í nýtsluni av nýggjari tøkni.

Um skeiðið

Hetta er eitt grundleggjandi vitlíki-skeið, ið hevur til endamáls at geva virkseminum eina felags grundfatan av vitlíki og tess møguleikum og avmarkingum.

Ein felags fatan av vitlíki er fyrsta stigið í eini skipaðari tilgongd, tá ið virkið ynskir at menna sínar vitlíki-førleikar og taka upplýstar avgerðir um nýtslu og víðari arbeiði við vitlíki.

Endamál

Skeiðið er ætlað starvsfólki, ið brúka ella fara at brúka vitlíki sum part av sínum arbeiði, og leggur dent á praktiska nýtslu, ábyrgd og kritiska meting. Endamálið er ikki at gera luttakarar til serfrøðingar, men at geva teimum førleikan at taka skilagóðar og upplýstar avgerðir í egnum arbeiði.

Hvat fáa luttakarar

Eftir skeiðið hava luttakarar:

  • eina greiða fatan av, hvat vitlíki er og ikki er
  • førleika at brúka vitlíki sum arbeiðsamboð í dagligum uppgávum
  • innlit í avmarkingar, váðar og dátuatlit
  • førleika at meta kritiskt um úrslit frá vitlíki
  • eina felags grundfatan, ið kann brúkast á tvørs av deildum

Hvørjum er skeiðið ætlað

Skeiðið er ætlað starvsfólki og leiðarum, ið hava lítla ella onga roynd við vitlíki, men sum ynskja eina greiða og realistiska grundfatan.

Tað er serliga viðkomandi fyri virkir, ið ynskja at:

  • skapa eina felags fatan á tvørs av starvsbólkum
  • brúka vitlíki á ein ábyrgdarfullan hátt
  • leggja eitt haldgott grundarlag fyri víðari arbeiði við vitlíki

Format og skipan

Skeiðið verður vanliga hildið sum:

  • ein fullan dag, ella
  • 2 × 4 tímar

Vanligt luttakaratal: 10-20

Skeiðið verður hildið eftir avtalu, vanliga á staðnum hjá kundanum ella sambært nærri avtalu. Innihald og fokus verða lagað eftir arbeiði og tørvi hjá luttakarunum.

Fyri virkir, ið hava serligan tørv ella ynskja hægri fakligt stig, kann skeiðið tillagast ella víðkast. Slík skeið verða altíð skipað eftir samrøðu og gjøgnumgongd av tørvi.

Hvussu skeiðið verður hildið

Skeiðið er bygt upp kring praktisk dømi og veruligar arbeiðsstøður, og verður hildið sum ein samanseting av framløgu, samrøðu og felags gjøgnumgongd.

Dentur verður lagdur á:

  • at skapa fatan, áðrenn arbeiðsamboð verða tikin í nýtslu
  • at seta vitlíki í rættan samanhang í arbeiðinum
  • at menna kritiska meting og ábyrgdarfulla nýtslu

Vitlíki verður altíð brúkt sum eitt hjálparamboð, ikki sum ein myndugleiki, og skeiðið leggur dent á menniskjaligt eftirlit og ábyrgd í allari nýtslu.

Hvussu tú kanst byrja

Í løtuni verða vitlíki-skeið skipað eftir avtalu. Hetta gevur møguleika fyri at laga skeiðið eftir tørvi, luttakarum og karmum hjá virkinum.

At byrja fevnir vanliga um:

  • eina stutta samrøðu um tørv og væntanir
  • avtalu um format, tíð og skipan

Fyri at hoyra meira ella seta eina óbindandi samrøðu í gongd, kanst tú seta teg í samband við Innlita.

Framtíðar skeið

Hetta skeiðið er fyrsta stigið í skeiðstilboðnum hjá Innlita. Við tíðini verða fleiri skeið og ymisk stig løgd afturat, bæði sum opin skeið og sum partur av longri skeiðsrøðum fyri virkir og stovnar.

Øll skeið byggja á somu grundleggjandi tilgongd: greið fatan, ábyrgdarfull nýtsla og haldgóðir arbeiðshættir við vitlíki.

Samband

Setið tykkum í samband við Innlita við spurningum um skeið, ráðgeving ella annað samstarv.

Setið tykkum í samband við okkum um:

  • Tit umhugsa eitt skeið til tykkara virki.
  • Tit ynskja at práta um vitlíki í tykkara virksemi.
  • Tit eru í iva um hvar tit skulu byrja.

Hvat er vanliga mannagongdin?

  • Tit fáa vanliga svar innan 1–2 arbeiðsdagar.
  • Vit taka eina stutta, óbindandi samrøðu (telefon ella fund).
  • Vit avklára tørv og karmar.
  • Næsta stig verður avtalað út frá hesum.

Setið tykkum í samband við okkum

Vestara Bryggja 15, 100 Tórshavn

Allir fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.

Ella sendið okkum eini boð:

Boðini verða bara brúkt til at svara tykkum, og verða ikki deild við onnur.

Sp/f Innlita er eitt sjálvstøðugt virki, rikið av Pætur Mortensen.

Vitlíki búning

Stig fyri stig fram ímóti betri nýtslu av vitlíki

Hvat er vitlíki búning?

Vitlíki búning er ein skipaður arbeiðsháttur, sum hevur til endamáls at styrkja førleikar hjá starvsfólkum og leiðslu í sambandi við vitlíki.

Áherðslan er ikki á tøkni, skipanir ella automatisering, men á hvussu vitlíki verður skilt og brúkt í dagligum arbeiði.

Vitlíki búning hjálpir virkjum at:

  • meta betri um nær og hvussu vitlíki gevur meining
  • brúka verandi vitlíki amboð á skilagóðan og tryggan hátt
  • arbeiða skipað og realistiskt við vitlíki
  • taka stigvísar og væl umhugsaðar avgerðir um víðari brúksmøguleikar

Arbeiðið er bygt upp í stig, er lagað eftir tørvi, og kann steðgast ella broytast, um fortreytir ella raðfestingar broytast.

Endamálið er ikki skjót broyting, men varandi førleikar, betri avgerðir og eitt felags grundarlag fyri ábyrgdarfullum brúki av vitlíki.

Hvat er vitlíki búning ikki?

Vitlíki búning er ikki ein tøknilig loysn ella ein verkætlan við føstum endamáli.

Hetta er ikki:

  • menning av serligum vitlíki-skipanum
  • automatisering ella integratiónir í verandi skipanir
  • ein einstøk verkætlan við fastari levering
  • ein “AI-umbroyting” ella átaksætlan drivin av trendum

Vitlíki búning snýr seg ikki um at fáa meiri tøkni í virksemið, men um at taka betri avgerðir um, um, nær og hvussu vitlíki eigur at verða brúkt.

Menning av vitlíki-skipanum er eitt serskilt tænastuøki hjá Innlita og kann verða viðkomandi seinni, men er ikki partur av vitlíki búningini.

Hvønn er vitlíki búning til?

Vitlíki búning er ætlað virkjum og stovnum, sum vilja arbeiða meira greidliga og ábyrgdarfult við vitlíki.

Hetta er serliga viðkomandi, um:

  • leiðsla ella starvsfólk eru í iva um, hvussu vitlíki eigur at verða brúkt
  • vitlíki longu verður brúkt, men á ymiskan og ósamanhangandi hátt
  • tað er trupult at meta um, hvat gevur meining at seta í verk, og hvat ikki
  • tørvur er á felags fatan og málburði um vitlíki tvørtur um deildir og funktiónir

Vitlíki búning er eisini viðkomandi, um virkið ynskir at byggja førleikar og taka betri avgerðir, áðrenn størri íløgur ella tøkniligar loysnir verða umhugsaðar.

Hetta er ikki ætlað virkjum, sum bert leita eftir skjótari automatisering, serligum skipanum ella beinleiðis tøkniligari levering.

Virkin luttøka

Vitlíki búning krevur virkna luttøku frá virkinum sjálvum.

Hetta er ikki eitt serligt krav frá Innlita, men ein natúrlig avleiðing av, hvussu vitlíki ávirkar arbeiðshættir og skipanir.

Vitlíki broytir ikki bert einstakar arbeiðsuppgávur, men eisini funkiónir, leiklutir og arbeiðshættir. Tí er tað ikki møguligt at laga seg passivt til vitlíki.

Innlita leggur struktur, kós og frálæru, men tað er virkið sjálvt, sum roynir, tillagar og setur broytingar í verk í dagliga arbeiðinum.

Hvat broytist í virkseminum?

Endamálið við vitlíki búning er ikki at gera meira við vitlíki, men at taka færri og betri avgerðir um nær tað eigur at verða brúkt.

Vanliga síggjast hesar broytingar:

  • greiðari og tryggari meting av nær vitlíki gevur virði
  • minni óvissa og færri skeivar væntanir til vitlíki
  • javnari og meiri skilagott brúk av vitlíki í dagligum arbeiði
  • felags málburður og betri samskifti um vitlíki tvørtur um arbeiðsumráðir í virkinum
  • betri grundarlag til at taka avgerðir um íløgur, skipanir ella arbeiðshættir

Henda skipaða tilgongdin minkar eisini um skeivar íløgur, óneyðug átøk og ógreiða nýtslu av arbeiðstíð. Við at arbeiða stigvíst verður orka og arbeiðstíð brúkt har, hon gevur mest virði.

Broytingarnar koma stigvíst og byggja á veruliga arbeiðið hjá starvsfólkum, ikki á teori ella átøk við stuttari lívitíð.

Endaúrslitið er eitt virki, sum brúkar vitlíki meira realistiskt, ábyrgdarfult og við størri sjálvsáliti.

Hvussu vitlíki búning virkar

Vitlíki búning er skipað í stig og kann lagast eftir tørvi og støðu hjá hvørjum virki.
Arbeiðið er ætlað at vera opið og lætt at steðga ella broyta, um raðfestingar broytast.

Vitlíki búning gongur vanliga yvir fleiri mánaðir, við regluligum men løttum stigum og uppfylgingum, lagað eftir tørvi og arbeiðsorku hjá virkinum.

Stig 1 — Greining og kós

  • Samrøður við leiðslu
  • Yvirlit yvir núverandi brúk av vitlíki og avmarkingar
  • Greining av møguleikum og økjum, har vitlíki ikki er skilagott
  • Stutt, skrivlig kós og møgulig næstu stig

Úrslit: felags fatan og greiðari kós.

Stig 2 — Førleikar og arbeiðshættir

  • Skeið og frálæra á hóskandi stigi
  • Týðiligur dentur á praktiskt brúk í dagligum arbeiði
  • Vitlíki kjatt-amboð (so sum ChatGPT ella líknandi) sum grundarlag
  • Menning av felags máli og betri avgerðum í dagligum arbeiði

Úrslit: sjónligar broytingar í arbeiðsháttum og brúki av vitlíki.

Stig 3 — Uppfylging

  • Regluligar men lættar uppfylgingar
  • Spurningar og umrøður grundaðar á veruligt brúk
  • Smáar tillagingar, tá umhvørvi ella amboð broytast

Úrslit: støðugt, trygt og varandi brúk av vitlíki.

Vitlíki búning kann steðgast eftir hvørt stig, og einki stig krevur, at næsta verður sett í verk.

Sambandið við skeið

Skeið eru ein týðandi partur av vitlíki búning, men eru eisini sjálvstøðugar tænastur.

Í vitlíki búning verða skeið brúkt sum eitt arbeiðsamboð til at:

  • byggja felags grundfatan
  • menna praktiskar førleikar
  • styrkja avgerðir í dagligari nýtslu av vitlíki

Tvey høvuðsskeið eru knýtt at hesum arbeiði:

Vitlíki koyrikort (4 tímar)

Eitt byrjanarskeið, sum leggur dent á trygga og praktiska nýtslu av vitlíki í gerandisarbeiði. Ikki kravt, men ofta eitt natúrligt byrjanarstøði.

Vitlíki grundskeið (8 tímar)

Eitt djúpari skeið við breiðari fatan, fleiri brúksmøguleikum og betri førleikum at taka avgerðir. Kann takast beinleiðis, eisini uttan Vitlíki koyrikort.

Val av skeiðum verður lagað eftir støðu, tørvi og førleikum hjá virkinum.

Sambandið við vitlíki-skipanir og menning

Vitlíki búning er eitt arbeiðsháttur, sum snýr seg um førleikar, avgerðir og arbeiðshættir, ikki um at byggja tøkniligar loysnir.

Menning av vitlíki-skipanum, sjálvvirkni ella serligum forritum er ein serskild tænasta hjá Innlita og er ikki partur av vitlíki búning.

Í summum førum kann arbeiðið við vitlíki búning vísa á, at tøkniligar loysnir kunnu verða viðkomandi seinni. Tá hendir hetta:

  • sum ein sjálvstøðug avgerð
  • við egnum umfangi og treytum
  • og ongantíð sum eitt krav ella eitt natúrligt framhaldsstig

Endamálið er at tryggja, at møguligar tøkniligar íløgur eru bygdar á greiða fatan og betri førleika at taka avgerðir — ikki á óvissu ella trýst.

Er vitlíki búning eitt skilagott næsta stig?

Vitlíki búning er ikki rætt fyri øll. Hetta arbeiðið gevur serliga meining, um:

  • tit eru í iva um, hvussu vitlíki eigur at verða brúkt í virkseminum
  • vitlíki longu verður brúkt, men uttan greiðar karmar ella felags fatan
  • leiðsla ynskir betri grundarlag fyri avgerðum um framtíðar íløgur
  • tit vilja arbeiða stigvíst og ábyrgdarfult, heldur enn at seta stór átøk í verk

Um tit longu hava greiða kós, fasta skipan og eina týðiliga tøkniliga ætlan, er vitlíki búning møguliga ikki tað rætta staðið at byrja.

Endamálið við hesum arbeiði er ikki at fáa øll at byrja, men at tryggja, at tey, sum gera tað, gera tað av røttum ávum.

Næsta stig

Arbeiðið verður leitt av Pætur Mortensen og lagað eftir støðu og raðfestingum hjá hvørjum virki.

Um vitlíki búning er viðkomandi fyri tykkum, er næsta stigið vanliga ein stutt samrøða.

Samrøðan hevur til endamáls at:

  • fáa greiða fatan av tykkara støðu og tørvi
  • meta um, um vitlíki búning gevur meining júst nú
  • greiða frá møguligum byrjanarstøðum

Eingin binding er knýtt at hesum stigi, og tað er fullkomiliga í lagi at enda uttan at fara víðari.

Vitlíki menning

Menning av vitlíki skipanum, knýttum beinleiðis at rakstri og arbeiðsgongdum

Hvat er Vitlíki menning

Vitlíki menning er tænastan hjá Innlita, har vit menna og seta í verk vitlíki-skipanir, knýttar beinleiðis at rakstri og arbeiðsgongdum.

Arbeiðið verður gjørt út frá einum greiðum endamáli, antin tað snýr seg um at loysa ein ítøkiligan trupulleika, kanna møguleikar ella leggja grundarlag fyri víðari menning. Dentur verður lagdur á arbeiði, sum førir til greiðar niðurstøður og ger tað møguligt at taka upplýstar avgerðir frameftir.

Vitlíki menning snýr seg um:

  • at byggja loysnir, sum virka í praksis
  • at seta vitlíki inn har tað gevur greiða meining
  • at arbeiða skipað, við greiðum rammum og ábyrgd

Hetta er menning og íverksetan við endamáli, ikki óskipað ella óstýrd eksperimentering.

Rætt mentar vitlíki loysnir kunnu minka um manuelt arbeiði, betra um gagnnýtslu av dátum og stytta um viðgerðartíð. Endamálið er tó altíð at loysa eitt ítøkiligt mál.

Hvat er Vitlíki menning ikki

Vitlíki menning er ikki ein standardiserað vitlíki-tænasta og ikki ein roynd at “fáa vitlíki inn”, har tørvurin ikki er greiður.

Tænastan fevnir ikki um:

  • trend- ella hype-drivnar verkætlanir
  • standardloysnir uttan samanhang við veruligar arbeiðsgongdir
  • eksperimentering uttan greitt endamál ella ábyrgd
  • átøk, har vitlíki verður trýst inn, uttan at tað loysir eitt veruligt mál

Vit brúka vitlíki sum amboð til at loysa ítøkilig mál, og bara har tað gevur greiða meining.

Munurin ímillum vitlíki menning og vitlíki búning

Vitlíki menning og vitlíki búning eru tvær sjálvstøðugar tænastur við ymiskum endamáli.

Vitlíki búning snýr seg um fatan, førleikar og dømikraft í sambandi við vitlíki. Vitlíki menning snýr seg um at byggja og seta í verk ítøkiligar loysnir.

Vitlíki búning kann í summum førum hjálpa við at avdúka øki, har vitlíki-skipanir eru hóskandi at menna. Men vitlíki menning krevur ikki, at vitlíki búning er gjørd frammanundan.

Somuleiðis er eingin automatisk framhaldsgongd frá vitlíki búning til vitlíki menning. Hvør tænasta verður mett sjálvstøðugt, út frá tørvi, kostnaði og ábyrgd.

Hvussu arbeiðið vanliga fer fram

Vitlíki menning byrjar altíð við at fáa greiðu á, hvat skal loysast, og hví. Áðrenn nakað verður bygt, verða endamál, rammur og væntað úrslit greinaði í samstarvi við kundan.

Arbeiðið fer vanliga fram í stigum:

  • greiðing av trupulleika og tørvi
  • meting av møguleikum, avmarkingum og kostnaði
  • menning og integratión í verandi arbeiðsgongdir
  • roynd, gjøgnumgongd og justering

Stigini verða lagað eftir uppgávu og umfangi. Í summum førum er arbeiðið avmarkað og greitt. Í øðrum førum krevur tað fleiri umfør og støðuga tillaging.

Dentur verður lagdur á:

  • greitt samskifti
  • realistiskar væntanir
  • loysnir, sum kunnu brúkast og haldast yvir tíð

Eftir íverksetan kann arbeiðið fevna um lætta uppfylging, tillagingar ella víðari menning, um tørvur er á tí.

POC - prógv av hugskoti

Í mongum førum byrjar arbeiðið við einum avmarkaðum POC (Proof of Concept).

Endamálið er at royna eina hugmynd í verki, í avmarkaðum umfangi og við greiðum rammum, áðrenn størri íløga verður gjørd.

Eitt POC:

  • avmarkar váða og kostnað
  • ger tað møguligt at meta um veruligt virði
  • gevur innlit í tøkniligar og praktiskar avmarkingar
  • leggur grundarlag fyri upplýstari avgerð um víðari menning

Eitt POC er ikki ein fullbúgvin loysn, men eitt skipað stig ímóti greiðari niðurstøðu.

Í summum førum vísir eitt POC, at hugskotið ikki gevur meining. Tað er eisini eitt gagnligt úrslit.

Ábyrgd, ognarskapur og avmarkingar

Vitlíki er eitt amboð, ikki ein sjálvstøðugur avgerðartakari. Allar loysnir, ið verða mentar, verða brúktar undir menniskjaligari ábyrgd.

Kundin eigur altíð:

  • endaligu avgerðina um, hvussu loysnin verður brúkt
  • ábyrgdina fyri rakstri og dagligari nýtslu
  • ábyrgdina fyri dátum, innihaldi og úrslitum

Innlita leggur dent á:

  • greiðar avmarkingar og realistiskar væntanir
  • skiljandi og haldbarar loysnir fram um fløktar skipanir
  • at vitlíki ikki verður brúkt, har tað gevur ótryggar ella ábyrgdarleysar avleiðingar

Vit arbeiða við vitlíki við varsemi og realismu, ikki við blindum áliti.

Hvørjum er vitlíki menning ætlað

Vitlíki menning er ætlað virkjum og stovnum, sum hava greiða vitan um sínar arbeiðsgongdir og ein veruligan tørv, sum kann loysast betur við tøkniligum loysnum.

Tænastan er serliga viðkomandi, um:

  • tit hava afturvendandi arbeiði, sum krevur nógva tíð ella manuell átøk
  • tit hava dátur ella tilgongd til vitan, sum í dag ikki verður brúkt effektivt
  • tit vilja loysa eitt ítøkiligt mál, heldur enn at kanna vitlíki í breiðum týdningi
  • tit eru til reiðar at taka ábyrgd av loysnini, eisini eftir at hon er sett í verk

Tænastan virkar best, tá arbeiðið byggir á ein greiðan tørv og eina greiða ætlan.

Dømir um arbeiði innan vitlíki menning

Vitlíki menning kann fevna um ymisk sløg av loysnum, alt eftir tørvi og samanhangi. Dømi um arbeiði kunnu vera:

  • innanhýsis stuðulstól, knýtt at egnum skjalasavni og mannagongdum
  • sjálvvirkandi flokking ella viðgerð av málum og fyrispurningum
  • vitlíki-stuðlað greining í sambandi við rakstur, eftirlit ella fyrireiking
  • integratión av vitlíki í verandi skipanir og arbeiðshættir
  • smærri hjálparloysnir, sum lætta um dagligt arbeiði hjá starvsfólki

Dømini eru vegleiðandi. Hvørt arbeiði verður mett út frá samanhangi, tørvi og realistiskum møguleikum.

Næsta stig

Um vitlíki menning kennist viðkomandi fyri tykkum, er næsta stigið vanliga ein óbindandi samrøða, har vit fáa greiðu á tørvi, rammum og væntanum.

Samrøðan hevur til endamáls at meta, um uppgávan er hóskandi, og hvat eitt skilagott næsta stig kann vera.

Gylt rør ígjøgnum svartar og grønar stein ella glas plátur. Abstrakt mynd at 
						brúka sum leinkja til grein um AI hugsan hjá Innlita

Innlita - Hugsan, ábyrgd og arbeiðsháttur
Les um hvussu vit hugsa um vitlíki og hví tað hevur týdning.

Abstrakt illustratión við geometriskum formum til at illustrera gagn av vitlíki
					í virkinum

Hvar vitlíki gevur veruligt gagn í rakstri
Vitlíki er allastaðni, men ikki øll fáa tað sama burturúr tí

Flatt geometriskt mynstur við sirkli í miðjuni fyri at vísa á avmarkingar við AI

Avmarkingar og váðar við vitlíki
Vitlíki kemur við avmarkingum og váðum. Hvussu handfara vit hesar á tryggan og ábyrgdarfullan hátt?

Innlita - Hugsan, ábyrgd og arbeiðsháttur

Hvussu vit hugsa um vitlíki, og hví tað hevur týdning

Hví hendan greinin er skrivað

Abstrakt mynd av formum, sum koma inn í fokus fyri at vísa á fokus á AI

Vitlíki fyllir alsamt meira í samtíðini. Nýggir møguleikar síggjast hvønn mánað, og nógv kennist bæði spennandi og ógreitt. Tað er lætt at verða drigin við av ferðini, og líka so lætt at missa fótafestið.

Hendan greinin er skrivað fyri at greiða frá, hvussu Innlita hugsar um vitlíki, og hví vit hava valt eina varna, skipaða og menniskjaliga tilgongd. Ikki fyri at sannføra, men fyri at skapa greiða fatan. Ikki fyri at selja, men fyri at vísa, hvat liggur aftan fyri okkara arbeiðshátt.

Vit eru djúpt áhugað í vitlíki og fylgja menningini tætt. Samstundis halda vit, at tað krevur skynsemi og ábyrgd at taka nýggja tøkni í nýtslu, serliga tá hon hevur ávirkan á arbeiðsgongdir, avgerðir og álit. Hesin spenningurin millum møguleika og ábyrgd er kjarnin í, hvussu Innlita arbeiðir.

Greinin er ætlað sum eitt innlit í hesa hugsan. Hon er ein inngangur til at skilja, hví vit gera tað, vit gera, og hvussu hetta formar okkara tænastur og samstarv.

Tað hevur stóran týdning at vit spyrja rættar spurningar. Tá ið vit síggja vitlíki vinna fram á øllum umráðum, og hoyra um hvussu tað verður meiri og meiri brúkt, eru vit freistaði til at seta spurningar sum, "hvussu fáa vit vitlíki inn í virksemið?", "hvussu fylgja vit við í menningini?", "Hvat kunnu vit gera við vitlíki?".

Hóast hetta eru viðkomandi spurningar, velja vit at venda hesum, og heldur spyrja "Hvørjar eru mínar avbjóðingar?", "Hvar kann eg spara pening og tíð, og hvar kann eg økja um góðskuna?", "Hvørjar eru mínar raðfestingar?" og harfrá meta vit um, hvussu vitlíki eigur at verða nýtt.

Veruleikin er, at hóast vitlíki kann skapa stór virði í flest øllum virksemi, ber tað eisini við sær veruligar váðar, serliga tá tað verður tikið í nýtslu uttan greiða fatan og ábyrgd.

Vitlíki er varandi broyting, ikki eitt mótaorð

Mynd av einum netverki fyri at vísa á AI vitlíki integratión

Greið fatan og ábyrgd verða serliga týdningarmikil tá vitlíki verður atkomulig fyri øllum.

Vitlíki er ikki longur ein avmarkað tøkni fyri serfrøðingar. Tað er vorðið partur av gerandis arbeiði, avgerðum og skipanum, bæði í privatum virkjum og almennum stovnum. Tað, vit síggja í dag, er ikki eitt stuttvarandi mótaorð, men byrjanin uppá eina djúpari broyting í, hvussu arbeiði verður skipað og gjørt.

Men hetta er ikki bara knýtt at nýggjum amboðum. Tað snýr seg eisini um arbeiðshættir, ábyrgd og skil. Tá vitlíki verður tikið í nýtslu uttan greiða fatan av endamáli og avleiðingum, kann tað gera arbeiðið skjótari, men ikki neyðturviliga betri.

Tí er tað týdningarmikið at skilja, at virðið í vitlíki ikki liggur í ferðini ella í nýggjastu møguleikunum, men í, hvussu tað verður sett inn í verandi skipanir. Tað krevur eina varna og greiða tilgongd, har vit fyrst skilja arbeiðið, áðrenn vit automatisera tað.

Hendan hugsanin er grundarlagið undir, hvussu Innlita arbeiðir við vitlíki: sum ein verulig broyting, ið krevur ábyrgd, ikki sum eitt skundverk ella eitt svar upp á alt.

Tað kann kennast sum um tað er neyðugt at skunda sær fyri at fylgja við, men tað merkir ikki at vit ikki skulu steðga á og kunna okkum um støðuna áðrenn vit flyta okkum frameftir.

Áhugi og varsemi samstundis

Mynd av einum portri fyri at vísa á varsemi við vitlíki

Áðrenn vit taka næsta stigið, skulu vit gera okkum greitt, hvør leiðin er.

Vit fylgja menningini innan vitlíki við stórum áhuga. Tað sum hendir í hesum økinum er bæði tøkniliga umfatandi og hevur stórar samfelagsligar avleiðingar. Nýggj amboð gera arbeiðið lættari, skjótari og í summum førum heilt øðrvísi enn áður.

Men skjót menning merkir eisini, at støðan broytist javnan. Tað, sum sær sannførandi út í dag, kann vísa seg at vera óhóskandi í morgin. Tí krevst ein greið meting av, nær tað er skilagott at taka nakað í nýtslu, og nær tað er rætt at bíða.

Vit meta ikki, at alt nýtt eigur at verða sett í verk. Heldur ikki at automatisering í sjálvum sær er eitt mál. Serliga í arbeiði, har avgerðir hava ávirkan á fólk, rættindi ella álít, má varsemi raðfestast.

Áhugi og varsemi eru ikki mótsetningar. Tey eru treytir fyri hvørjum øðrum. Tað er júst samspælið millum opið sinnalag og ábyrgd, sum ger tað møguligt at arbeiða við vitlíki á ein hátt, ið er haldgóður yvir tíð.

Menniskjalig ábyrgd kann ikki leggjast frá okkum

Mynd av einum vita fyri at vísa á eftirlit og varsemi við AI vitlíki

Vitlíki kann greina, skriva, rokna og mæla til loysnir. Tað kann arbeiða skjótari enn menniskju og handfara stórar mongdir av dátum. Men tað kann ikki bera ábyrgd.

Ábyrgd liggur altíð hjá teimum, sum taka avgerðir og seta skipanir í verk. Tað er menniskjalig uppgáva at meta um samanhang, fylgjur og mørk. Tá vitlíki verður tikið í nýtslu, flytir ábyrgdin seg ikki.

Tí er tað ikki nóg mikið at spyrja, hvat vitlíki er ført fyri. Vit mugu eisini spyrja, hvør stendur aftan fyri nýtsluna, hvør hevur eftirlit, og hvør tekur ábyrgd, tá úrslitini hava ávirkan á fólk, rættindi ella álit.

Vit arbeiða út frá tí fatan, at vitlíki er eitt amboð. Tað kann styrkja arbeiðið og betra um avgerðir, men tað má altíð vera undirskipað menniskjaligari dømikraft og ábyrgd.

Endamál áðrenn íverksetan

Mynd av einari rekkju av domino prikkum fyri at illustrera umhugsna íverksetan av 
			vitlíki og AI

Tá vitlíki verður tikið í nýtslu, er tað freistandi at byrja við spurninginum: “Hvat kunnu vit gera við hesum?” Men ein skilagóð tilgongd byrjar aðrastaðni.

Hon byrjar við arbeiðinum sjálvum.

Hvør er uppgávan? Hvat er trupulleikin? Hvar liggja veruligu avbjóðingarnar? Og hvat hevði broytt seg, um arbeiðið varð gjørt betri?

Uttan hesa greiðu fatan kann vitlíki lættliga verða lagt omaná verandi skipanir uttan at betra um tær. Tað kann skapa meira virksemi, men ikki neyðturviliga meira virði.

Tí arbeiða vit út frá meginregluni, at endamálið skal vera greitt, áðrenn amboð verða vald. Vit meta fyrst um arbeiðsgongdir, ábyrgd og raðfestingar. Síðani hyggja vit at, um og hvussu vitlíki kann styrkja hetta.

Vitlíki er ikki ein byrjan. Tað er eitt stig í eini longri tilgongd. Og tað stigið eigur bert at verða tikið, tá grundarlagið er uppá pláss.

Føroyskur samanhangur og ábyrgd

Mynd av einum seyðahorni fyri at vísa á føroyska samanhangin við vitlíki í Innlita

Tað er ikki av tilvild at orð sum ábyrgd, skynsemi og álit verða brúkt ofta tá ið vit lýsa okkara tænastur og virksemi.

Vit arbeiða í einum lítlum og tætt knýttum samfelagi. Avgerðir, ið verða tiknar í einari skipan, kunnu skjótt hava ávirkan víðari út í aðrar partar av samfelagnum. Tí hava arbeiðshættir, dátugoymsla og nýtsla av vitlíki serligan týdning í føroyskum høpi.

Í einum slíkum samanhangi er álít ein av týdningarmestu grundarsteinunum. Álít millum borgarar og stovnar. Álít millum starvsfólk og leiðslu. Álít millum samstarvspartar. Tá vitlíki verður sett í verk, má tað styrkja hetta álitið.

At arbeiða við vitlíki í Føroyum snýr seg tí ikki um at vera fyrstur ella mest sjónligur. Tað snýr seg um at vera greiður, ábyrgdarfullur og haldførur yvir tíð. Menning hevur størsta virði, tá hon kann skiljast, eigast og varðveitast av teimum, sum arbeiða við henni í gerandisdegnum.

Vit ynskja at vera ein partur av einari menning, sum styrkir føroyskt arbeiðslív og føroyskar stovnar. Tað krevur bæði framskygni og afturhald. Tað krevur vilja at royna nakað nýtt, og eisini dirvi at lata vera, tá grundarlagið ikki er nóg sterkt.

Henda hugsan er ikki ein abstrakt meining, men grundarlagið undir teimum tænastum, vit bjóða. Skeið, ráðgeving og menning eru øll bygd á hesa tilgongd.

Hvønn hóskar hendan tilgongdin seg til?

Hendan tilgongdin hóskar seg ikki til øll.

Hon hóskar til tey, sum meta, at nýggj tøkni eigur at verða tikin í nýtslu við skilagóðari meting. Til tey, sum síggja møguleikarnar í vitlíki, men eisini skilja týdningin av ábyrgd, eftirliti og greiðari fatan.

Hon hóskar seg til leiðslur og stovnar, sum ynskja at arbeiða skipað og langsiktað. Sum ikki leita eftir skjótum loysnum, men eftir haldførari menning. Sum vilja skilja, hvat tey seta í verk, og hví.

Hon hóskar seg minni til tey, sum fyrst og fremst vilja vera skjótast ella mest sjónlig. Tí okkara arbeiðsháttur byggir á, at vit fyrst spyrja, síðani meta, og so seta í verk.

Um henda hugsan kennist røtt, so er tað tí, at hon samsvarar við tykkara egna arbeiðshátt. Og tað er júst har, eitt haldgott samstarv byrjar.

Greinin er skrivað av Pætur Mortensen, stjóra í Innlita

Veruligt gagn av vitlíki

Hvar og hvussu vitlíki broytir arbeiðslag og skapar virði í rakstri

Vitlíki er allastaðni, men gagn er ójavnt býtt

Abstrakt mynd av geometriskum formum, fyri at illustrera ójavn býtt gagn av vitlíki

Vitlíki er í dag atkomuligt fyri nærum allar fyritøkur og stovnar. Flestu starvsfólk hava roynt eina ella fleiri skipanir, og nógv hava fingið eina fatan av, hvat tað kann gera.

Kortini er munurin stórur.

Summi brúka vitlíki av og á, uttan at síggja stórvegis broyting í arbeiðinum. Onnur hava integrerað tað í dagligar arbeiðsgongdir og uppliva ein greiðan framburð í arbeiðinum.

Tøknin er tann sama. Atgongdin er tann sama. Úrslitini eru tó sera ymisk.

Tí er tað viðkomandi at hyggja at, hvar vitlíki gevur veruligt gagn í rakstri, og hví úrslitini eru so ymisk millum fyritøkur og starvsfólk.

Hendan greinin lýsir hesi mynstur. Ikki við einstøkum dømum, men við at hyggja at arbeiðslogikki: hvørji arbeiðssløg broytast mest, hví tey broytast, og hvat hetta merkir fyri skipan og ábyrgd í rakstri.

Vit hyggja fyrst at, hvussu kjattbottar verða brúktir uppá nógvar ymiskar mátar at hjálpa við arbeiðinum.

Síðani lýsa vit tað, sum verður nevnt agentiskt vitlíki, sum eru skipanir, ið kunnu arbeiða sjálvstøðugt innan givnar karmar. Hendan menning hevur longu broytt arbeiðslagið innan forritan so munandi, at nógvir arbeiðshættir, sum vóru vanligir fyri fáum árum síðani, nú verða brúktir nógv minni enn áður.

At enda verða hesi mynstur sett í samanhang við onnur arbeiðsumráðir, har líknandi broytingar eru farnar at síggjast.

Kjattbottar sum hjálpari og starvsfelagi

Abstrakt mynd av geometriskum formum, fyri at illustrera vitlíki í eini stuðuls rollu

Kjattbottar eru í dag tann mest útbreiddi og atkomiligi mátin at taka vitlíki í nýtslu í rakstrinum. Teir krevja onga serliga uppseting og kunnu takast í nýtslu beinanvegin.

Dømi um nógv brúktar kjattbottar eru:

  • ChatGPT frá OpenAI
  • Gemini frá Google
  • Claude frá Anthropic
  • Copilot frá Microsoft

Teir verða brúktir til eitt breitt úrval av uppgávum: at skriva, rætta og umseta tekst, gera samandráttir, fyrireika fundir, greina upplýsingar og virka sum faklig sparring. Gagnið liggur ikki bert í einstøkum svarum, men í at arbeiðsgongdir styttast og fleiri endurtøkur kunnu gerast innan somu tíð.

Góð nýtsla krevur tó altíð, at innihald verður eftirmett og sett í rættan samanhang.

Tey flestu, sum taka kjattbottar í nýtslu, merkja ein beinleiðis lætta í arbeiðinum. Tá brúkið verður meiri tilvitað og skipað, fæst enn meiri gagn burturúr. Niðanfyri eru nøkur øki, har hendan ávirkanin longu er týðilig.

Framleiðsla og endurskoðan av tekst tilfari

Stórur partur av nútímans rakstri er tekstbaseraður: teldupostar, frágreiðingar, innanhýsis rit, lýsingar, umsóknir og samandráttir. Kjattbottar kunnu framleiða fyrstu útgávur, seta struktur og gera uppskot, sum síðani verða tillagað og eftirmett.

Frá hinum endanum kunnu teir eisini lesa kladdur og lidnar tekstir og fyrisláa betringar, rættingar og fínpussing.

Gagnið liggur ikki í at sleppa heilt undan arbeiði, men í at stytta arbeiðið, fáa skjótari afturmelding og staðfesta góðsku.

Greining og samandráttir

Nógv arbeiði snýr seg um at lesa, samanbera og draga niðurstøður úr stórum nøgdum av tekst tilfari. Kjattbottar kunnu hjálpa við at gera samandráttir, eyðmerkja mynstur og svara spurningum við støði í innihaldinum.

Innan øki sum lógarverk, handbøkur og innanhýsis reglur kunnu tey finna fram til viðkomandi partar og gera skjót yvirlit yvir innihaldið. Hetta minkar tíðina, sum fer við at leita og lesa, og lættir um greiningina.

Ábyrgdin fyri tulking og endaligum niðurstøðum liggur framvegis hjá menniskjanum, men sjálvt fyrireikandi arbeiðið kann styttast munandi.

Fyrireiking og sparring

Kjattbottar verða í vaksandi mun brúktir sum arbeiðssparring; til fundarfyrireiking, strategiskar samrøður og at kanna ymisk sjónarhorn á eitt mál. Hetta gevur skjóta atgongd til alternativar formuleringar og mótargument.

Í slíkum førum virkar vitlíki sum ein arbeiðsfelagi, ið kann økja um dygdina á endaliga arbeiðinum.

Læring og faklig dagføring

Starvsfólk brúka eisini kjattbottar til at skilja nýggj hugtøk, fáa einfaldar frágreiðingar og arbeiða seg inn í nýggj fakøki. Hetta ger læring meira beinleiðis og minkar um tørvin á at leita gjøgnum óskipað tilfar.

Tað styttir um tíðina, sum fer til at byggja nýggjar arbeiðsførleikar, og víðkar um tær uppgávur, ein og sami persónur kann loysa.

Samlaða ávirkanin

Samlaða ávirkanin kann vera munandi, tá kjattbottar verða brúktir dagliga. Arbeiðsgongdir styttast, fleiri endurtøkur kunnu gerast innan somu tíð, og eitt einstakt starvsfólk kann loysa fleiri og meiri samansettar uppgávur enn áður.

Yvir tíð broytir hetta førleikastøðið hjá tí einstaka og flytur markið fyri, hvat ein persónur kann framleiða sjálvstøðugt. Tá nógv starvsfólk arbeiða á henda hátt, sæst ávirkanin eisini á skipanarstigi: arbeiðsbýti, ferð og kapasitetur broyta seg.

Frá hjálpara til sjálvstøðuga arbeiðsgongd

Abstrakt mynd av geometriskum formum, har ein gull sphera stendur framman fyri hvítan 
			terning, fyri at vísa á hvussu vitlíki kann fara frá hjálpara til sjálvstøðugan arbeiðara

Meðan kjattbottar fyrst og fremst virka sum samrøðupartnarar og arbeiðssparring, er næsta stigið í menningini skipanir, ið kunnu arbeiða meira sjálvstøðugt innan givnar karmar. Hetta verður ofta nevnt agentiskt vitlíki. Á enskum: Agentic AI.

Agentiskar skipanir kunnu verða settar at arbeiða móti einum máli, bróta arbeiðið niður í stig, taka støðu á leiðini og tillaga seg eftir úrslitum. Tær arbeiða framvegis innan mark og undir eftirliti, men tær krevja ikki samanhangandi stýring fyri hvørt einstakt stig.

Hvat broytist

Munurin millum ein vanligan kjattbott og eina agentiska skipan liggur í arbeiðsháttinum. Kjattbotturin svarar uppá ein einstakan fyrispurning. Ein agentisk skipan kann arbeiða víðari í fleiri stigum, inntil eitt ásett úrslit er rokkið.

Undirliggjandi tøknin er tann sama, men nýtslan er øðrvísi. Í staðin fyri at geva brúkaranum eitt einstakt svar, verður skipanin sett at loysa eina uppgávu. Hon brýtur arbeiðið niður, metir um úrslit á leiðini og nýtir tól, so sum forrit og applikatiónir, fyri at røkka málinum.

Tað kann til dømis snúgva seg um at savna upplýsingar úr fleiri keldum, skipa tær, skapa eitt útgreinað uppskot og síðani gera tillagingar grundaðar á afturmelding ella nýggjar upplýsingar.

Hvar hetta gevur gagn

Agentiskt vitlíki gevur serliga gagn í arbeiði, sum er skipað, reglubundið og byggir á greiðar karmar. Tað kann vera greining, rapportering, samskifti, fyrisiting ella menning av talgildum loysnum.

Í slíkum førum flytur arbeiðið seg frá manuellari framleiðslu til stýring, avmarking og eftirmeting. Menniskjaligi leikluturin hvørvur ikki, men hann broytist frá útinnan til yvirskipaða ábyrgd.

Eitt skifti í arbeiðsbýti

Tá arbeiðsgongdir kunnu avhendast á henda hátt, broytist arbeiðsbýtið. Tíð, sum áður fór til framleiðslu, fer nú í at seta karmar, meta um úrslit og taka ábyrgd fyri heildini. Hetta sæst longu greitt innan ávís fakøki.

Forritan sum dømi um eina grundleggjandi arbeiðsbroyting

Abstrakt mynd av geometriskum formum, har ein gull sphera er integrerað í ein grønan 
			terning fyri at vísa á integratión ímillum arbeiðshættir og vitlíki

Innan forritan sæst broytingin serliga greitt. Hetta er eitt øki, har arbeiðið er skipað, reglubundið og væl skjalfest, og tí egnað til agentiskt vitlíki. Samstundis hava forritarar serliga góðar fortreytir at taka tøknina í nýtslu. Tey arbeiða beinleiðis við skipanum, skilja undirliggjandi logikk og kunnu byggja egin amboð, sum tillaga nýtsluna til egnar tørvir. Tí er tað nátúrligt, at broytingar síggjast her fyrst.

Fyri fáum árum síðani var menning í høvuðsheitum manuell framleiðsla av kotu. Menningarfólk skrivaðu, royndu og rættaðu sjálvi á hvørjum stigi av menningini. Í dag verður stórur partur av hesum arbeiði framleiddur við hjálp frá vitlíki. Í ávísum førum verða heilar skipanir framleiddar av vitlíki, har leikluturin hjá mennaranum fyrst og fremst er at lýsa krøv, seta karmar og hava eftirlit við úrslitinum heldur enn at skriva kotuna sjálvi.

Hvat er broytt

Vitlíki verður nú brúkt til at seta upp nýggjar skipanir, framleiða kotu, byggja testir, finna feilir og gera tillagingar. Tað kann arbeiða iterativt: royna eina loysn, meta um úrslitið og sjálvt gera neyðugar broytingar.

Fyri nógv menningarfólk merkir hetta, at arbeiðslagið er flutt. Tíðin fer í vaksandi mun til at lýsa uppgávur, seta greiðar karmar og meta um úrslit, heldur enn at skriva hvørt einstakt brot av kotu sjálvi.

Arbeiðslagið er flutt

Hetta merkir ikki, at menningarfólk eru vorðin óneyðug. Men arbeiðslagið er flutt frá framleiðslu til stýring og arkitektur. Tíðin fer í at taka støðu, velja loysnir og tryggja dygd heldur enn at framleiða frá grundini.

Arbeiðshættir, sum vóru vanligir fyri stuttum, verða nú brúktir í nógv minni mun. Í tí týdningi er arbeiðið broytt á einum grundleggjandi støði.

Tó skal viðmerkjast, at vitlíki krevur meiri fakligt skil, ikki minni. Kotuskriving er sjáldan kjarnuførleikin hjá einum forritara; tað er arkitektur, skil og evnið at taka røttu avgerðirnar. Við at flyta framleiðslupartin til vitlíki, styttist tíðin millum hugskot og loysn, men krøvini til fakligt yvirlit vaksa.

Meiri kann gerast

Tíðin, tað tekur at byggja nýggjar funkur, broyta og betra verandi skipanir, er minkað munandi. Tað er vorðið munandi lættari og bíligari at gera royndarskipanir og kanna hugskot í verki. Kostnaðurin er lækkaður, samstundis sum ferðin er økt.

Samstundis er atgongdin broytt. Fólk uttan tøkniliga bakgrund kunnu í dag luttaka í menning við at lýsa tørvin í vanligum máli, heldur enn at fara gjøgnum fleiri millumløg av samskifti. Hetta víðkar um, hvør kann seta í gongd talgildar loysnir.

Gjørt tilvitað og undir greiðari stýring kann hetta streymlinja tøknina í einum virki munandi. Uttan greiðar karmar kann óstýrd nýtsla tó hava álvarsligar fylgjur: trygdarváðar, ótrygga handfaring av dátum, óskjalfestar loysnir og skipanir, sum eingin hevur fulla ábyrgd yvir. Tá talgild menning flytur seg út um vanliga skipan og eftirlit, kann tað skapa veikleikar, sum seinni gerast kostnaðarmiklir at rætta.

Ikki bert forritan

Abstrakt mynd av geometriskum formum, har ein gull sphera hongur yvir terningum fyri at 
			vísa á, hvussu vitlíki integrerar í alt virksemi

Forritan er ikki einsamalt um hesa broyting. Tað er tað økið, har mynstrið sæst fyrst og greiðast. Sama slag av arbeiðslogikki finst á mongum øðrum fakumráðum.

Arbeiði, sum er grundað á tekst, reglubundið, bygt á kend mynstur og krevur greining ella struktur, líkist í ávísan mun forritan. Tað kann vera innan lógararbeiði, ráðgeving, fyrisiting, samskifti, fíggjarviðgerð og nógv annað.

Endurtakandi mynstur

Tá uppgávur kunnu brótast niður í stig, hava greiðar reglur og kunnu eftirmetast eftir ásettum krøvum, hava tær líknandi fortreytir sum forritan fyri at verða ávirkaðar av vitlíki.

Í slíkum arbeiði kann framleiðslan í vaksandi mun flytast frá manuellari útinnan til stýring, eftirlit og tulking. Hetta merkir ikki, at fakligur kunnleiki verður minni týdningarmikil. Tvørturímóti økir tað krøvini til skil og ábyrgd.

Hjá nógvum starvsfólkum er ein stórur partur av arbeiðstíðini bundin at uppgávum, sum liggja uttan fyri kjarnuførleikarnar: at skriva frágreiðingar, fylla út frymlar, laga skjalaførðslu og tryggja, at formlig krøv verða hildin. Tað eru ofta hesar uppgávur, sum vitlíki loysir sera væl. Í praksis merkir tað, at meira tíð kann flytast til kjarnuvirksemið og tað virði, sum fakligur førleiki veruliga skal skapa.

Ein broyting í arbeiðsbýti

Tá vitlíki verður integrerað í arbeiðsgongdir, broytist arbeiðsbýtið. Einstakar uppgávur minka í umfangi, meðan krøvini til heildarsmynd, meting og ábyrgd vaksa.

Fyri nógv kann henda broyting kennast brádlig. Hon eigur tó at verða handfarin stigvíst og undir greiðari stýring.

Munurin liggur í førleika og skipan

Abstrakt mynd av geometriskum formum, har ein bólkur av grønum terningum stendur væl 
			skipaður í forgundini og ein bólkur av hvítum terningum stendur óskipaður í bakgrundini fyri 
			at vísa á mismunin í skipan innan vitlíki

Tað er longu ein greiður munur á teimum, sum brúka vitlíki til einstakar uppgávur, og teimum, sum hava integrerað tað í arbeiðsgongdir og skipan.

Atgongd til tøkni er ikki longur ein avmarking. Munurin liggur í fatan, førleikum og í, hvussu arbeiðið verður skipað rundanum vitlíki.

Frá roynd til arbeiðslag

Har vitlíki verður brúkt til stakar royndir, er ávirkanin avmarkað. Har tað verður partur av dagligum arbeiði, broytist ferð, kapasitetur og arbeiðsbýti.

Ábyrgd og dygd

Vaksandi nýtsla setur eisini størri krøv til ábyrgd, trygd og dygdarmeting. Tað er ikki nóg mikið at framleiða skjótari. Skipanir og arbeiðsgongdir mugu vera greiðar, og ábyrgdin má vera staðfest.

Í hesum liggur eisini kjarnin í broytingini: Vitlíki er ikki bert eitt amboð, men ein nýggjur arbeiðsháttur. Tað krevur nýggjar førleikar og eina greiða fatan av, hvat skal avhendast, og hvat ikki skal.

Hvussu fæst mest gagn burturúr vitlíki

Tey, sum fáa minst burturúr vitlíki eru tey virkir, har signalið frá leiðsluni er veikt. Eitt vanligt mynstur er, at ávísingar um brúk av vitlíki í virkinum eru ógreiðar, og at nøkur starvsfólk av eintingum gera brúk av vitlíki í arbeiðinum. Hetta er ikki ein strategiur, sum førir til gagnnýtslu av vitlíki.

Ein skipað tilgongd er neyðug fyri at fáa fult gagn burturúr vitlíki. Leiðslan má taka støðu, seta greiðar karmar og gera tað greitt, hvat vitlíki skal brúkast til, og hvat tað ikki skal brúkast til. Starvsfólk skulu hava førleikar at arbeiða við tøknini og skilja møguleikar og avmarkingar.

Uttan greiða leiðslu, felags mál og felags arbeiðshátt verður nýtslan spjadd og tilvildarlig. Munurin í gagnnýtslu, sum vit nevndu í byrjanini, verður tá verandi, og kann vaksa.

Greinin er skrivað av Pætur Mortensen, stjóra í Innlita

Avmarkingar og váðar í sambandi við vitlíki

Vitlíki kemur við avmarkingum og váðum. Hvussu handfara vit hesar?

Gagn og ábyrgd

Abstrakt mynd av gull sirkli fyri at vísa á ábyrgd og fokus á vitlíki

Vitlíki hevur upp á stutta tíð broytt arbeiðshættir í mongum skipanum. Tað kann effektivisera arbeiðsgongdir, gera vitan lættari atkomiliga og stytta um tíðina frá spurningi til svar. Fyrst og fremst er tað eitt amboð, sum kann økja um framleiðslu og gera dagligt arbeiði smidligari.

Sama fyribrigdi sum gevur nýggjar møguleikar, førir tó eisini við sær nýggjar treytir. Tá arbeiði, greiningar og avgerðir í vaksandi mun byggja á slík amboð, broytist eisini ábyrgdin, sum fylgir við. Økt nýtsla merkir hægri krøv til skygni, stýring og eftirlit.

Hesar avmarkingar eru ikki brek, sum hvørva við næstu útgávu. Tær eru ein natúrlig fylgja av, hvussu hesar skipanir eru bygdar og virka. Tí er tað neyðugt at skilja tær, um vit skulu brúka vitlíki á ein hátt, sum er álítandi og burðardyggur.

Í hesum tekstinum verða nakrar av teimum mest grundleggjandi avmarkingunum lýstar. Endamálið er ikki at skapa ótta, men at leggja eitt greitt og realistiskt grundarlag fyri ábyrgdarfulla nýtslu.

Virkið sjálvt skipar nýtsluna av vitlíki, og hevur tí eisini eigaraskapið av, hvussu hesar avmarkingar verða handfarnar. Ábyrgdin fyri úrslitum av nýtsluni av vitlíki liggur altíð hjá brúkaranum, ikki hjá amboðinum.

Skeiv ella misvísandi úrslit

Abstrakt mynd av gull sirkli við linju sirkli fyri at vísa á ein mismun ímillum 
			veruleika og vitlíki

Ein av teimum mest grundleggjandi avmarkingunum við vitlíki er, at úttakið ikki er ein staðfesting av veruleika, men ein framleiðsla ið er grundað á sannlíkindi. Skipanin roynir at meta um, hvat svar mest sannlíkt hóskar til spurningin, grundað á mynstur í dátum, hon er vand við. Hon kann ikki sjálv sannroyna, um innihaldið er rætt í einum ítøkiligum samanhangi.

Tað merkir, at úttak kann vera rætt, lutvíst rætt, ófullfíggjað ella beinleiðis skeivt. Í summum førum kunnu skipanir eisini framleiða sannførandi men uppspunnar upplýsingar. Av tí at málførleiki og uppseting ofta eru greið og sannførandi, kann tað vera torført at síggja mun á væl grundaðum og misvísandi innihaldi uttan sjálvstøðuga og tilvitaða gjøgnumgongd.

Henda avmarking er ikki eitt fyribils brek, men ein beinleiðis fylgja av, hvussu ein slík skipan virkar. Vitlíki arbeiðir við líkindum, ikki við sannroyndum ella sjálvstøðugari meting. Tað gevur stórar møguleikar, men eisini eina varandi óvissu, sum má takast í álvara.

Ábyrgdarfull nýtsla krevur tí greiðar mannagongdir fyri eftirkanning. Í fakligum, rættarligum ella strategiskum samanhangum eigur menniskjalig meting at vera fastur partur av arbeiðsgongdini. Úttak frá vitlíki eigur at verða viðgjørt sum eitt arbeiðsgrundarlag, ikki sum ein endalig niðurstøða.

Sannføring eigur at byggja á próvførslu og gjøgnumgongd, ikki á málførleika. Tað er ikki eitt tekin um mistrúgv at eftirkanna; tað er ein fortreyt fyri álítandi og burðardyggari nýtslu.

Virkir, ið seta greiðar reglur um ábyrgd av úttaki frá vitlíki og krav til eftirkanning, standa sterkari mótvegis hesi avmarking.

Missur av fakligum førleikum

Abstrakt mynd av gull sirkli við grønum ferningi inni í, sum fadar í einki fyri at vísa 
			á vandan við at missa førleikar vegna AI brúk

Vitlíki kann stytta um arbeiðstíð og lætta um fløktar uppgávur. Samstundis kann støðug nýtsla av slíkum amboðum ávirka, hvussu vit arbeiða og hugsa. Tá greining, orðing og skipan í vaksandi mun verða løgd út til skipanir, minkar tørvurin á at fremja somu arbeiðsgongdir sjálvi.

Yvir tíð kann hetta føra til eina spakuliga minking av førleikum. Fólk venja seg við at fáa uppskot, samandráttir og loysnir framleiddar, í staðin fyri at byggja tær upp frá grundini. Faklig meting, sum áður kravdi djúpa viðgerð og sjálvstøðuga hugsan, kann gerast meira yvirfladisk, um arbeiðsgongdin í høvuðsheitum verður stýrd av úttaki frá vitlíki.

Henda gongd er ikki neyðturvilig, men hon er sannlík, um nýtslan ikki verður skipað við greiðum endamáli. Menniskjaligur førleiki styrkist gjøgnum venjing, mótstøðu og sjálvstøðuga hugsan. Um hetta stigvíst verður umgingið, viknar eisini grundarlagið undir fakligari ábyrgd.

Ábyrgdarfull nýtsla krevur tí, at vitlíki í nógvum førum verður brúkt sum stuðul, ikki sum sjálvstøðug arbeiðsorka ella myndugleiki á einum arbeiðsumráði. Tað kann vera skilagott at áseta uppgávur og støður, har arbeiði altíð skal gerast sjálvstøðugt av fólki, og har vitlíki bert kann nýtast sum hjálp til eftirmeting ella uppseting. Reglulig endurmeting av innanhýsis førleikum kann somuleiðis tryggja, at amboð styrkja førleika, heldur enn at minka hann.

Meginreglan er greið: vitlíki eigur at útbyggja menniskjaligan førleika, ikki at loysa hann av. Tað er natúrligt at velja tær loysnir, sum lætta um arbeiðið. Virkir, ið seta greiðar reglur fyri, nær og hvussu vitlíki verður brúkt, standa sterkari mótvegis hesari avmarking.

Minking av innliti og stýring

Abstrakt mynd av gull sirkli við panelum, summ partvíst goyma sirkulin fyri at vísa, 
			hvussu yvirlit kann missast av vitlíki brúki

Tá vitlíki verður tvinnað inn í arbeiðsgongdir og skipanir, kann tað samstundis minka um gjøgnumskygni í, hvussu úrslit verða til. Nógvar skipanir eru fløktar og virka sum lutfalsliga lokaðar eindir, har brúkarin ikki hevur fult innlit í, hvussu metingar og tilmæli verða framleidd.

Hetta kann føra til eina støðu, har avgerðir í praksis byggja á tilmæli, sum eingin innan fyri virkið veruliga skilur til fulnar. Um vitlíki verður knýtt beinleiðis at innanhýsis skipanum, kann stýring eisini gerast meira tøkniliga treytað og torfør at hava ræði á uttan serkunnleika.

Henda avmarking er ein fylgja av bæði tøkniligari fløkju og av, at nógv amboð verða ment og dagførd uttan beinleiðis ávirkan frá brúkaranum. Skipanir kunnu broytast uttan at arbeiðsgongdir og mannagongdir í virkinum verða lagaðar samsvarandi.

Ábyrgdarfull tilgongd krevur tí, at innføring av vitlíki verður skipað og skjalfest. Tað eigur at vera greitt, hvat skipanin verður brúkt til, hvør hevur ábyrgd av henni, og hvørji mørk eru galdandi fyri nýtsluna. Avgerðir, sum hava týdning fyri kundar, borgarar ella rakstur, eiga ikki at verða sjálvvirkandi uttan greiða menniskjaliga yvirskipan.

Stýring er ikki ein tøkniligur smálutur, men ein leiðslu- og fyrisitingarlig ábyrgd. Vitlíki eigur at verða innlimað á ein hátt, sum varðveitir gjøgnumskygni og ger tað møguligt at taka ábyrgd av teimum úrslitum, sum skipanin er partur av.

Ógreið ábyrgd og eigaraskapur

Abstrakt mynd av gull sirkli við grønum ferningum fyri at vísa á, hvussu ábyrgd og 
			eigaraskap kann verða ringt at placera við brúk av AI

Tá vitlíki verður partur av arbeiðsgongdum, kann tað eisini ávirka, hvussu ábyrgd verður fatað. Um ein niðurstøða byggir á úttak frá einari skipan, kann tað vera freistandi at vísa á skipanina sjálva, heldur enn á menniskjaligu metingina, sum tók hana í nýtslu.

Hetta kann føra til ógreiðan eigaraskap. Hvør ber ábyrgd, um eitt tilmæli er skeivt? Hvør eigur avgerðina, um hon byggir á sjálvvirkandi greining? Um hesi viðurskifti ikki eru greitt ásett, kann ábyrgdin spjaðast ella gerast óítøkilig.

Orsøkin er bæði persónlig og skipanarlig. Tøkni kann kennast sum ein óheft kelda, og tað kann minka um kensluna av persónligari ábyrgd. Samstundis kunnu arbeiðsgongdir verða bygdar soleiðis, at tað er ógreitt, hvar avgerðarvaldið í veruleikanum liggur.

Ábyrgdarfull nýtsla krevur tí greiðan eigaraskap. Tað eigur at vera ásett, hvør hevur ábyrgd av hvørjari skipan, og hvør hevur síðsta orðið í avgerðum, har vitlíki er partur av grundarlagnum. Menniskjalig ábyrgd kann ikki flytast til eitt amboð.

Í praksis merkir hetta, at vitlíki skal síggjast sum ein stuðul í metingararbeiði, men at ábyrgdin fyri avgerðum og avleiðingum altíð liggur hjá menniskjum og hjá virkinum sjálvum. Greið ábyrgdarskipan er ein fortreyt fyri áliti, bæði innanhýsis og mótvegis umheiminum.

Bundinskapur til veitara og broytingar í skipanum

Abstrakt mynd av gull sirkli, ið er bundin til ein gráan ferhyrning fyri at vísa á, 
			hvussu AI veitarar kunnu føra til bundinskap av vitlíki brúki

Nógv vitlíki-amboð eru ment og rikin av uttanhýsis veitarum. Tað merkir, at grundleggjandi partar av arbeiðsgrundarlagnum liggja uttan fyri beinleiðis ræði hjá virkinum sjálvum. Skipanir kunnu verða dagførdar, tillagaðar ella broyttar, uttan at brúkarin hevur ávirkan á innihald, treytir ella virkni.

Slíkar broytingar kunnu ávirka, hvussu úrslit verða framleidd, hvussu dátur verða handfarnar, og hvørjar avmarkingar eru galdandi. Í summum førum kunnu eisini handilsligar ella politiskar avgerðir hjá veitara hava týdning fyri, hvussu skipanin kann nýtast. Hetta er ikki óvanligt, men er ein natúrlig fylgja av, at talan er um miðsavnað og veitarastýrd amboð.

Við vaksandi nýtslu kann eisini vaksa ein tøknilig og rakstrarlig binding at ávísum veitarum. Um arbeiðsgongdir og skipanir verða bygdar tætt upp at einum ávísum amboði, kann tað gerast torført at skifta loysn ella laga seg til broyttar treytir.

Ábyrgdarfull tilgongd krevur tí tilvitan um hesa binding. Tað eigur at vera greitt, hvørjum skipanum virkið er treytað av, og hvørjar avleiðingar broytingar hjá veitara kunnu hava. Reglulig eftirmeting av amboðum og ein vilji at laga arbeiðsgongdir eftir broyttum treytum styrkir haldførið.

Vitlíki í núverandi formi er enn undir skjótari menning, og veitarar arbeiða framvegis við at fastleggja tænastur, treytir og mannagongdir. Tí síggja vit regluligar broytingar í, hvussu ymsar modellir bera seg at, og í brúkstreytunum frá veitarans síðu.

Strategiskt snýr tað seg um at varðveita sjálvstøðugt ræði. Vitlíki kann vera eitt sterkt arbeiðsamboð, men langtíðarálit krevur, at virkið ikki ger seg fullkomiliga treytað av skipanum, sum tað ikki sjálvt stýrir.

Avmarking sum fortreyt

Abstrakt mynd av gull sirkli, ið er settur inn í eitt geometriskt mystur fyri at vísa á 
			ábyrgd og avmarking við nýtslu av vitlíki

Vitlíki gevur nýggjar møguleikar, men við hvørjum møguleika fylgja ávísar treytir. Tær avmarkingar, sum eru lýstar her, eru ikki eindømi, men partur av einari breiðari heild. Tær vísa, at nýtsla av vitlíki krevur meira enn tøkniliga innføring; hon krevur skipan, døming og ábyrgd.

Skeivt úttak, minking av fakligum førleikum, ógreið stýring og bundinskapur til veitarar eru ikki vandar í sjálvum sær. Tær gerast avbjóðingar, um tær ikki verða viðurkendar og handfarnar við greiðari tilgongd. Tað er munur á at nýta eitt amboð og at gerast treytaður av tí.

Ábyrgdarfull nýtsla snýr seg tí ikki um at forða menning, men um at seta mørk. Greið mørk eru ein styrki. Tey gera tað møguligt at gagnnýta tøknina, samstundis sum faklig dygd, gjøgnumskygni og ábyrgd verða varðveitt.

Vitlíki er eitt arbeiðsamboð. Tað kann styrkja arbeiðið munandi, um tað verður brúkt við skili fyri bæði møguleikum og avmarkingum. Tað er í hesari javnvág millum gagn og treytir, at álítandi og burðardygg nýtsla verður til.

Innlita Vitlíki
Skeið, ráðgeving og menning av vitlíki.

Samband
patur@innlita.fo | +298 790040 | Vestara Bryggja 15 (Sjóvinnuhúsið)

Skráseting
Sp/f Innlita v. Pætur Mortensen | v-tal: 680982